Er tín gleði treytað av øðrum?

IMG_5186Øll menniskju ynskja at verða elskaði. Tað kennist ofta torført at elska okkum sjálvi. Vit síggja ikki eins væl okkara egnu góðu eginleikar, sum eginleikarnar hjá øðrum. Tá vit so merkja at onkur annar elskar okkum, so føla vit at vit hava meira virði. Vit kenna onkursvegna tørv á at føla at onkur annar elskar okkum, áðrenn vit sjálvi kunnu elska okkum. Men hví er tað soleiðis? Og eru vit ein gongd før fyri at elska onnur, um vit ikki elska okkum sjálvi fyrst. Hvat um viðkomandi brádliga ikki elskar okkum longur? Hvat um viðkomandi velur at fara? So standa vit einsamøll.. Men um vit tá elska okkum sjálvi, verður hendan broytingin alsamt lættari.

Eg eri uppvaksin í einari sera kerligari familju. Tey sum kenna meg, vit eisini at eg nokk eri “yvir miðal kerlig”. Eg havi altíð fingið mussar og klemm í hópatali og eg havi elskað tað. Fyri meg er hetta kærleiki, heldur enn orð. Men soleiðis eru vit øll so ymisk. Tað er túsindtals háttir at vísa kærleika. Men av tí at eg eri uppvaksin við hesum, so liggur tað so djúpt í mær, at vísa kærleika á henda hátt. Av tí sama, so ynski eg eisini at onnur vísa mær kærleika á hendan hátt og tað er her filmurin knekkar.. Onnur eru vaksin upp við øðrum vanum og øðrum háttum og hava kanska slett ikki sama tørv sum eg. Vit hava øll ymisk kærleiksmál, og tað er ikki altíð at man skal geva og móttaka við sama máli. Tað er heldur ikki altíð lætt at vit vita, hvat kærleiksmálið hjá okkara maka ella vinfólki er. Unn og Jógvan Zachariassen útgóvu bókina “At elska og liva” í 2014. Har kanst tú lesa meira um tey fimm kærleiksmálini.

Nøkur av okkum hava ikki eins stóran tørv, á at kenna kærleika frá øðrum. Nøkur eru meira sjálvstøðug enn onnur. Eg eri tíverri ikki ein av teimum. Nú sigi eg tíverri, tí onkuntíð kennist tað sum at lívið hevði verið eitt sindur lættari, um eg var meira køld. Eg kann blíva kedd, um eg í nakrar dagar, føli at sjeikurin hjá mær ikki hevur tíð til mín, ella gevur mær uppmerksemi. Men lívið hevur sínar upp og niðurtúrar, og tað koma altíð at verða tíðarskeið, har man ikki hevur eins nógva orku, tíð og yvirskot til at geva tað sama, sum man plagar. Í tílíkum støðum kann tað kennast stravið at vera so kenslusom, tí her er mín gleði treyta av onkrum øðrum. Men tá tað kemur til stykkið, so eri eg glað fyri at eg eri so kensluborðin. Eg vil heldur merkja at vera ordiliga glað og ordiliga kedd, heldur enn at altíð vera miðal glað. Fyri meg er bæði gleði og sorg ein læruríkur partur av lívinum, og eg sum kenslusom, haldi eg havi lært meg at elska tann eginleikin hjá mær.

Eg hoyrdi einaferð eina siga “The most important relationship in your life is the relationship you have with yourself. Because no matter what happens, you will always be with yourself.” Og rætt hevur hon. Tað er umráðandi at vit læra at elska okkum sjálvi. Óansæð um vit eru í parlagi ella ikki. Vit verða alsamt gleðari um vit læra okkum at hvíla í okkum sjálvum. Hví skal kærleikin frá einum øðrum menniskja, hava meira virði enn kærleikin til okkum sjálvi. Eg havi prøvað at hugsa um hvat ger meg gleða, sum ikki er treytað av øðrum menniskjum. Hetta er eitt sindur torført, tí eg føli at stórstu gleðirnar í mínum lívi, upplivi eg saman við øðrum menniskjum. Men eg fann fram til okkurt. Eg gleðist tá eg: baki, geri mat, syngi, geri onkrar kreativar verkætlanir, tá eg skrivi, tá eg venji, tá eg hoyri góðan tónleik, tá eg hyggi eftir mínari yndis seriu, tá eg shoppi, tá eg læri, tá eg síggi vakrar lutir.. Her vóru nógv ting, sum eg geri hvønn dag, sum gleða meg. Eg velji eisini tilvita at gera pláss fyri hasum tingunum í mínum gerandisdegi, tí tey geva mær orku og gleði.

Um vit vilja tað ella ei, so verða vit altíð einsamøll. Tað kann kennast sum vit eru ein partur av nógvum felagsskapum, vinarløgum, parløgum osf. Men vit fara altíð at verða sjálvi. Vit eru okkara egni persónur, vit hava egin ynskir og egnar vónir. Tað er tí okkara egna ábyrgd at gera tað, ið gleðir okkum mest. Tað er okkara ábyrgd at fylla okkara lív, við tí sum okkum dámar. Ongin veit betur, enn vit sjálvi, hvat gleðir okkum mest. Um vit ikki eru glað, er tað okkara egna skyld. Vit kunnu ongantíð geva øðrum skuldina, tí vit hava sjálvi valdið.

Vit hava øll nógv at gleðast um, viðhvørt skulu vit bara leita eitt sindur væl fyri at síggja tað.

M&K

Skriv et svar