Ert tú “ON” alla tíðina?

brain

Ert tú “ON” alla tíðina?

Er heilin “ON” alla tíðina? Letur tú heilan hvíla viðhvørt? Letur tú onkuntíð keðiligu tankaranar flúgva framvið?

Vit kunnu sjálvar avgera hvørjum tankum vit geva uppmerksemi og hvørjum tankum vit lata fara framvið. Tað er ikki lætt, men tað ber til. Tað er útrúligt hvussu nógv sjálvskontrol vit menniskju hava. Nógv meira enn vit sjálvi eru klár yvir. Tað krevur venjing, og tað kann ganga seint, men tað ber til.

Viðhvørt ivist eg í um ein nýtur lívið nokk. Tað kennist sum ein altíð rennir eftir onkrum.Men hvørjum er tað vit renna eftir? Ella er tað kanska meira sálarliga at vit renna, og kanska ikki so nógv kroppsliga. Tað kennist sum mínir tankar renna marathon hvønn dag, men eg eri blivin betur til at skilja sundur teir keðiligu tankarnar frá teimum góðu, og tað gevur mær so nógva gleði. Eisini er umráðandi at ein lærir seg at lurta eftir kroppinum, tí ofta er tað ikki uttan grund, at teir keðiligu tankaranir taka yvirhond. Tað kann koma av:

  • At ein hevur svøvnloysi
  • At ein hevur ov nógv ting á skránni júst nú
  • At ein hevur menstruationina
  • At ein er svangur
  • At ein møtir mótgangi til arbeiðis ella í skúlanum

Hetta eru einans nøkur ting, ið kunnu hava ávirkan á okkara hugsunarhátt. Tað kunnu verða túsund onnur ting, sum hvør einstakur stríðist við.

Meiningin við hesum var, at tað kann verða ein fyrimunur at merkja eftir, hvørjari støðu ein er í, fyri so betur at skilja sínar egnu tankar og gerðir. Soleiðis verður tað lættari at góðtaka og at betra um støðuna, ístaðin fyri at støðan gerst enn verri.

Man skal eisini læra seg at góðkenna teir ringu dagarnar, tí tað skal eisini vera pláss fyri teimum. Og hví ikki bara taka ímóti teimum og hvíla í teimum døgunum, tí allir dagar kunnu á ongan hátt verða eins góðir. So merk eftir og ver nú ikki ov hørð við teg sjálva, tað er heilt sikkurt ein orsøk til at tú ikki ert so væl uppløgd altíð. Gev gætur og góðkenn soleiðis sum tú hevur tað beint nú. Tað er okey.

Og minst til at onkuntíð trýsta á “OFF” knøttin. Tað hava vit brúk fyri viðhvørt.

M&K

Skriv et svar