Fá meira burturúr gerandisdegnum

Hvussu nógv av tí sum vit veruliga ynskja at gera, gera vit í gerandisdegnum? Tað eru túsund ting, sum eg havi hug til at gera hvønn dag, men alt ov ofta, tá kvøldið kemur, havi eg ikki ein gongd gjørt helvtina. Hví er tað at vit blíva við at koyra í tí sama, har vit altíð siga: “Eg burdi gjørt ____”, “Áhh eg hevði ynskt at eg gjørdi ____ oftari”, “Hevði eg bara havt tíð til at gjørt ____ “. Tað kennist sum, at dagarnir flúgva avstað, og at man bara noyðist at fylgja við.

Tað eru sjálvandi nøkur ting sum mugu gerast. Ein má passa arbeiðið, lesnaðin, børnini, halda hús osf. Men tað merkir ikki at hetta skal fylla alt.

Tá eg flutti niður, hoyrdi eg ofta fólk siga “Ja, lat meg líka hyggja í kalendaran”. Eg helt hetta var so undarligt. Eg skuldi so ongantíð hava nakran kalendara, sum fortaldi mær hvat eg skuldi hvønn dag. Fyri meg kendist hetta næstan innikleimandi. Men eg má viðganga, at nú havi eg latið eyguni upp fyri hesum møguleikanum.

Eg fann nemliga útav, at eg sjálvdan náddi alt sum eg gjarna vildi, og tað var nokk mest tí eg ikki dugdi at skipa mína tíð. Eg kann hava tað við at heldur gera tey hugnaligu tingini, og ikki tað sum eg ikki tími so væl, (sum fx at lesa). Men hetta býtur meg í halan í hinum endanum, og stressar meg, tá eg so ikki havi gjørt tað sum var neyðugt. So málið hjá mær, var at finna ein máta, har eg kundi náa mest møguligt, uttan at tað skuldi ganga útyvir hvørt annað.

Hvussu kunnu vit broyta hetta? Við at útfylla tað sum stendur omanfyri, fært tú eitt yvirlit av hvat gleðir teg og hvussu nógv av tí fyllur tín gerandisdag.

  • Ger ein lista við við tingum ið gleða teg
  • Ger ein lista við tingum ið tú gert hvønn dag
  • Samanber listarnar
  • Tillaga

Nú sært tú kanska at tað ið gleðir teg, ikki fyllir eins nógv sum tú ynskir (so far, so good). Tað er nú at tú kanst gera tær eina ætlan yvir, hvussu tú kanst flætta hesi tingini, ið gleða teg, inIMG_0527n í tín gerandisdag. Tað kennist kanska ringt at fáa yvirlit á, men tað ber til. Tú nýtist ikki at fáa gleðistingini inn hvønn dag, men kanska annaðhvønn dag ella einafer um vikuna. Lívið er ov stutt til ikki at gera tað ið gleðir ein.

Fyri meg hevur tað hjálpt, at fingið mær ein kalendara. Eg fekk mær eina app, sum eitur “calenders”. Tað er onki serligt við hesi appini, men hon riggar fínt.

Til høgru sæðst ein brotmynd, av einum vanligum degi hjá mær. Sum tú sært, er ikki nakað serligt á har, men tað var umráðandi fyri meg at seta tíð inn, har eg kundi skriva eitt nýtt innslag til Sukursøtt. Og tað hevði eg nokk ikki fingið gjørt ímillum har, um eg ikki hevði gjørt hesa ætlanina. Tað gevur mær eina ró, at eg dagin fyri havi tikið avgerð um hvussu næsti dagurin skal síggja út.

Eg sigi ikki at hetta riggar fyri øll, men hetta er ikki tíðarkrevjandi og hevur tó eina góða ávirkan, so tú kundi givið tí eina roynd.

Eg hoyri ofta mammur siga “Jamen eg havi slett ikki tíð til meg sjálva”. Kanska tað kundi verið eitt hugskot, at sett ein hálvan tíma ella tíma inn, har maðurin/sjeikurin hevur barnið, og har tú sleppur at njóta títt egna selskap og gera eitthvørt ið gleðir teg. Hetta er ikki bara gott fyri teg, men eisini fyri barnið, sum fær eina gleðari mammu.

Í hesum tíðum har øll hava so nógv at takast við, helt eg tað verða gott at seta fokus á hetta, so vit ikki bara renna og renna framvið øllum tí góða, sum vit heldur kunnu steðga á og njóta.

Vónandi fanst tú okkurt tú kundi brúka. (P.S. takka verið kalendarinum, fekk eg skrivað hetta innslagið í dag)

M&K

 

Skriv et svar