Fancy ella Trashy! Vilt tú síggja hotellið í París?

Haha.. ja hvat skal man siga?

Vit eru komin fram til París í øllum góðum!! (søguna um hvussu, skulu tit fáa í morgin). So er tað altíð brennandi spurningurin, tá man fer at ferðast. “Hvussu sær hotellið man hevur bílagt, út í veruleikanum?”.

Hevði eg kunnað, so hevði eg ynskt at kunna búð í einari lekkrari penthouse íbúð, við útsýni yvir alt París. Fólk halda kanska at hetta er nakað man ger. Kanska ikki ein penthouse, meeen okkurt sum er rímiliga lekkurt. Hetta er ikki altíð líka aktuelt fyri mítt viðkomandi. Tað havi eg snøkt sagt ikki pening til.

Tá ein livur av SU og løn frá einum lestrarstarvi, er ikki altíð so nógv til yvurs.

Eg havi roynt at ferðast runt í europa og búð í telti, men eg havi eisini búð á lutfallsliga lekkrum hotellum. Munurin er stórur, men so at líka væl ikki. Tað hevur eisini eina sjarmu við sær, at liva við minni luksus enn man er vanur við. Vit mugu jú verða tilvitað um, at okkara gerandisdagur er sera tætt uppá luksus, í mun til hvussu onnur liva. Tískil minnist eg væl, at mær dámdi væl at sova í telti tá vit vóru á interrail í 2010. Um eg hugsi um tað nú, so skilji eg slett ikki at eg havi torað tað. Vit svóvu tó altíð á tjaldingarstøðum, so vit vóru lutfallsliga tryggar. Men at líka væl, vit lógu onkuntíð semi mitt í náttúruni, og skiftust um at liggja uttast. Hetta minnist eg nógv betur, enn tá vit at enda búðu í einum av teimum fínastu hotellunum, eg havi búð í.

So kemur brennandi spurningurin.. “Kann man ferðast, uttan at koma heim við kontoni á rablandi minus?” Tað kann man saktans! Men tað krevur, at man finnur út av hvat man vil raðfesta hægst. Um ein sum eg, ikki hevur fulltíðar starv og so framvegis, so er ringt at fara at ferðast og vilja at alt skal verða so fínt, sum møguligt.

Eg velji heldur at síggja tað soleiðis:

Eg raðfesti heldur at búgva bíligt, og síðani hava pening til at eta góðan mat, koma runt og uppliva býin. Ein brúkar jú heldur ikki nógva tíð á hotellinum, so fyri meg hevur tað ikki so stóran týdning. So velji eg heldur eitt hotel, við eitt sindur vánaligari góðsku, men sum liggur tætt við tað mesta. Soleiðis kanst tú spáka runt, heldur enn at taka buss og tok. Ferðing kann eisini kosta nógv uttanlands, so her kann ein spara nógvan pening.

Nógv binda eisini tað at fara at ferðast við at kunna keypa sær nógv klæðir, ting osf. Hetta er heldur ikki gjørligt. Sjálvandi kann eg keypa mær okkurt, men tað er ikki tað eg raðfesti serliga høgt, tá eg ferðist. Hetta gjørdi eg ofta fyrr, men nú kann ein altíð keypa á netinum, so tað er ikki so umráðandi at fylla posarnar, bara tí ein er í einum fremmandum landi.

So alt í alt, eg velja heldur at kunna fara at ferðast, men at spara har eg kann. Tí um eg skuldi kunna keypt alt, shoppa og spælt fancy, so hevði eg ikki komið langt. Tí fari eg heldur fyri at uppliva býin og njóta selskapið eg ferðist við. Alt hitt vil eg meira enn fegin verða fyri uttan, so leingi eg sleppi avstað.

So er hotellið meeega lekkurt? Nææ, men er tað nóg gott til lítlu bygdasligu Vígdis av Norðskála? JA PEEERFEKT! Fólkini eru fitt og vit liggja væl fyri. Myndirnar á heimasíðuni er sera eftirfarandi, og vit blivu í hvussu er ikki skuffaði! Kostnaðurin fyri 6 nætur í dubultkamari er um 3000kr, so 500 kr pr nátt, og tað kunnu vit gott klára! 🙂 Eg gleði meg at uppliva meira av býnum í morgin!

Leinkju til hotellið finnur tú HER

Eg vóni at tit njóta páskaferiuna.

M&K

2 comments

  1. Bjørg says:

    Eg havi tað uppá akkurát sama máta, tá eg skal ferðast. Eg vil heldur hava eitt bíligt hotel og so hava pengar at brúka upplivilsir og eitt sindur av shopping ístaðin. So leingi hotellið er reint, trygt og liggur nøkulunda væl fyri, so eri eg nøgd 🙂
    Eg kann annars viðmæla tykkum at fara til Budapest, har fær man veruliga nógv fyri pengarnar 🙂

    • Vígdis says:

      Nemliga! So leingi tað er reint ikki liggur so langt burtur at tað tekur eina øld at koma inn í byin Vit vóru so væl nøgd við okkara uppihald har, so tad var super
      Uhh Budapest ljóðar kul! Tað má eg fara at kanna nærri Takk fyri preiið

Skriv et svar