Ferðabloggur – Systkin á ferð

Nú eru vit trý um at ganga frá verðini av hvørjum øðrum!! Hahah… nei tvætl. Nógv hava hugt eitt sindur undrandi uppá okkum, tá vit hava fortalt at vit trý (systkin) fóru at ferðast saman. Tað er vanligt at ferðast saman við familju, men kanska heldur øðrvísi at fara uttan børn og maka. Men tað veit den, hetta vil eg heilt sikkurt viðmæla tykkum til. Vit njóta hvørja løtu og láturin rungar í heilum.

Í gerandisresinum hugsar man kanska ikki so nógv um, hvussu tættur man var við síni systkin, tá man var lítil. Ímynda tær, man rann rundan um hvønn annan dag aftaná dag. Hetta fylti alt tá. Man stuttleikaði sær saman, skeldaðist, græt, flenti, bleiv óður og síðani góður aftur. Tá var hetta trygdarnetið, ið man altíð kundi líta á.

Sum við øllum øðrum, so broytist hetta. Man blívur eldri, fær maka, børn og dagarnar flúgva avstað. Man skapar sær sín egna gerandisdag, nýggjar vanar og býr kanska langt burtur frá hvørjum øðrum. Men óansæð hvussu ymiskur man er, fer man altíð at hava nógv til felags. Kanska man ikki skilir alt, ið hini velja at gera, trúgva osf, men grundin er enn tann sama. Halt kipp ikki vit hava flent eftir nógvum gomlum minnum, og samstundis hava vit skapa nøkur nýggj. Tað er altso sera sunt at koma burturfrá gerandisdegnum við hvørt.

Faktiskt hevur tað ongan týdning hvar man er. Vit kundu fyri tað verði í Nólsoy, men lat meg ikki fjala at vit njóta hitan her suðri. Vit eru stødd í Fuertoventuro, sum er ein av kanarisku oyggjunum. Hesn lítli býurin eitur La Pared. Her er sól, hiti og strendur. Alt tað vit hava ynskt okkum nú, hendan kalda veturin. Hotellið er heilt úti á endanum á oynni, og her er sum so onki rundan um okkum. Hetta hevur verið og er, ótrúliga lekkurt. Umhvørvið er sera róligt og vakurt. Fyri at koma eitt sindur runt í oynni, hava vit eisini leigað okkum bil í nakrar dagar og koyrt eitt sindur. Áhh sum her er nógv vakurt at síggja. Men útyvur alt vit síggja og uppliva, so hava tey man ferðast saman við, eina sera stóra ávirkan á hvussu ferðin spílar seg út.

      

Eg eri komin fram til, at tað eru seeera nógvir fyrimunir við at ferðast saman við sínum systkjum. Her eru trýggir av teimum:

1. Man tekur lættari atlit til hvønn annan

Familja fer altíð at verða familja og avtí sama hevur man eitt øðrvísi tilknýti. Man er vaksin upp við hvørjum øðrum og verið vanur við at taka atlit til hvønn annan. Man blívur ikki eins irriteraður inná hvønn annan. Hetta er heilt sikkurt við til, at gera ferðina lættari. Bæði tá man skal taka avgerðir, um hvar man vil fara, hvar man skal eta osf.

2. Man gerst enn tættari

Ynskir tú eitt tættari tilknýti til tíni systkin, so er hetta í hvussu er ein frálíkur møguleiki at betra um støðuna. Tú ert tvungin at brúka tíð saman við hvørjum øðrum. Eisini ger man ymiskt øðrvísi virksemi, enn heima. Halt kipp ikki vit hava flent nógv! Her eru longu nógvar søgur at taka heim við, sum vit óiva fara at flenna eftir í fleiri ár framyvir.

3. Deilimentan

Títt er mítt og mítt er títt. Hetta er fantastiskt, tá man ferðast. Vit noyðast ikki at hava trý av øllum, tí um onkur hevur gloymt okkurt, jamen so læna vit, og ongin fær gron. Tann peningaligi parturin er heldur onki at snakka um. (nú eri eg von við danskarar, har hvør króna skal flytast á mobilepay). Her eru vit føroyingar, so deiliga líka til. Men nú vit ferðast sum systkin, er hetta á heilt øðrum hæddum 😉

Nú nærkast vikuskifti bæði her og har! Leygarkvøldið verður BBQ kvøld fyri øll á hotellinum, so tað verður spenanndi at verða við til. Gott vikuskifti til tykkum har heima.

(Tey sum hava hug at síggja fleiri myndir, eru vælkomin at fylgja SukurSøtt á Instagram, HER)

Nú síggjast vit skjótt!

M&K

Skriv et svar