FRÁSTØÐA – Gott/Ringt?

Tað er skjótt at ein venur seg við at hava fólk rundan um ein. Tá man er lítil eru foreldrini og systkin tað ein bindur við tryggleika. Seinni fylla vinfólk kanska meir og tá ein gerst vaksin, er tað hjá nógvum makin. Tá man býr saman, blívur man skjótt ein sera stórur partur av gerandisdegnum hjá hvørjum øðrum. Man ger øll tey smáu tingini saman, sum man kanska ikki hugsar um. Man vaknar saman, etur saman og við nátturðaborðið gongur prátið um, hvat dagurin hevur haft at bjóða. Hesi tingini tykjast kanska týdningarleys, men tað er ótrúligt, sum tey fylla nógv hóast alt. Mín yndis partur, er tá Sigurd fer upp áðrenn eg, so eg kann liggja og breiða meg um alla songina. Eg haldi tað verða so hugnaligt, at hoyra onkran stákast í køkinum. So tá hann er farin út um hurðina, kann eg spakuliga byrja at koma upp úr songini. Haha.. soleiðis er, tá man ikki er morgunmenniskja.

Síðani vit blivu ringforlovaði hava vit faktiskt verið frá í hvør sínum landi. Hann hevur verið í Týsklandi í eina mðr í arbeiðisørindum, og kom heim í vikuskiftinum. Tá fólk hava spurt meg “Hvussu følist tað at vera blivin ring forlovað?”, havi eg muga flent, tí eg havi hvørki haft sjeikin ella ringin hjá mær (ringurin var ov stórur, so eg mátti lata hann inn, og bíða eftir at fáa røttu stødd). Eg havi vitað tað í eina tíð, at hann skuldi til Týskland, og eg kann ikki siga at eg havi verið fegin! Bara tankin, um at verða burtur frá hvørjum øðrum í ein heilan mána, helt eg vera tungan. Fleri mánaðar frammanundan, havi eg roynt at vant meg við tankan og roynt at vent hesum til nakað positivt. Men fyri fólk, sum meg, sum dáma samveru, kann hetta blíva ein avbjóðing. Men nú var hetta ikki fyrstu ferð eg skuldi royna tað, so tað sum eg havi lært, er at tað ræður um at hava rætta hugsunarhátt. Líka sum við so nógvum øðrum, so kunnu vit sjálvi velja, hvussu vit uppliva onkra støðu. So eg visti, at um eg frá byrjam av, fór at halda hetta verða forferdiligt og keðiligt, jamen so fór tað eisini at verða tað. So eg royndi at venda tí, og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Eg var í Thailandi fyrstu vikuna, og tað hjálpti sjálvandi. Men teir fyrstu dagarnar heima aftur í Aarhus vóru eitt sindur tómligir. Sum sagt, eru tað øll tey smáu tingini ein er vanur við, sum ein saknar.

Nøkur pør liva burtur frá hvørjum øðrum í fleiri ár, har tey brúka stórsta partin frá hvørjum øðrum. Nú eru møguleikarnir at samskifta, so miki góðir, at tað hjálpur. Nøkur tosa í telefon einaferð um vikuna, og onnur fleiri ferðir um dagin. Tað eru eisini pør, ið hyggja eftir filmi saman, hóast tey eru í hvør sínum landi. Soleiðis ber tað eisini til hjá nógvum at verða saman, hóast frástøðuna.

Eg taki hattin av fyri øllum kvinnunum, sum liva saman við einum sjómanni. Ella teimum ið hava ein maka, sum er nógv burtur. Sum man ofta sigur “man venur seg við allan lort” 😉 Tað kann eg eisini skriva undir uppá, at man ger. Aftaná eina viku einsamøll í íbúðini, fann eg útav at eg hevði fingið mær nakrar nýggjar vanar. Á nøkrum økjum, var tað faktiskt ordiliga deiligt. Eg hevði allan dagin, har alt kundi ganga í mínum egna tempo. Ongan at gera døgurða til, lítið av klæðum at vaska, og best av øllum, so átti eg allar okkara fáu fermetrar fyri meg sjálva. So til hvørja máltíð, sat eg framman fyri sjónvarpinum. Um eg óruddaði, so gekk tað bara útyvir meg sjálva (og um eg ruddaði, var ongin, sum tveitti klæðir á gólvið, so skjótt eg hevði vent mær). Eg skilji væl at fólk trívast við at búgva einsamøll. Tá er hvussu er bara ein harri í húsinum, og tað er eitt pluss. Men hóast øll hesi positivu tingini, eg kann seta orð á, so vil eg fyri guds skyld, ikki venja meg við frástøðuna. Eg fái ilt í hjarta, tá eg hoyri persónar í parlagi siga “Altso, tað verður gott tá hann/hon fer avstað aftur”. Eg veit at vit øll eru ymisk, og hava øðrvísi tørvir. Men eg dugi so illa at seta meg inní, at hava hasa kensluna. Oftast hoyrir man hatta frá teimum, sum hava vant seg “for nógv” við frástøðuna. So tað at verða einsamallur, kennist meira “vanligt” enn tá makin er heima. Eg haldi at tað er hendan hugsunarháttin eg óttist. Ikki tí, hví skal man trívast best saman við onkrum? Tað er jú eingin regla, sum sigur at tað skal verða so.

Tað er nemliga ordiliga sunt, við frástøðu viðhvørt. Eg hevði eisini ynskt at eg var betur til tað, enn eg eri. Eg havi altíð haft fólk rundan um meg, og eri nokk eisini eitt tryggleikaleitandi fólk og tí kennist tað enn torførari fyri meg. Eg upplivi ofta, at tey ið eru vaksin upp, við pápa, sum hevur arbeitt nógv burtur, hava tað nógv lættari við frástøðu, sum vaksin. Tað er alt ein vani, og tað sum tykist “normalt” fyri hvønn einstaka. Men nú eg hyggi aftur á hendan mánaðan við frástøðuni, so var tað faktiskt fínt. Eg vil eisini siga, at tað hjálpur ótrúliga væl, at hava nokk at takast við, so tómrúmið verður fylt við øðrum tingum. Tað gjørdi tað nú heldur ikki nógv verri, at hann fór á knæ nakrar fáar dagar áðrenn hann fór 😉

Hvussu hevur tú tað við frástøðu? Hevur tað negativa ella positiva ávirkan á teg?

M&K

Skriv et svar