Fríggjakvøld, dýnan og kirkjan hevur ball

Eg var í góðum lag tá eg vaknaði í morgun. Eg fór tíðliga upp og hevði góða tíð. Fyrilesturin var fínur og eg hevði eina spennandi avtalu aftaná døgurða. Eg hevði eisini avtalað við sjeikin at vit skuldu fara at gera sushi í kvøld. So dagurin var pakkaður við góðum. Men tá eg siti heima í sofuni kl.15 misti eg hugin til alt. Eg kendi meg troytta. Eg vildi gjarna gera alt møguligt, sum eg visti kundi hjálpa uppá mítt tunga sinn. Eg megnaði tað bara ikki. Eg valdi heldur løttu loysnina, inn í kamarið, undir dýnuna og tendraði enn ein part av The Bachelor. Hetta gjørdi heldur ikki støðuna betur. Og ja, tað er aftur tann tíðin á mánaðinum…

animal-apple-art-bed-favim-com-2706207

So sovnaði eg.. fyri nógv hjálpur tað at fáa sær ein lúr, men fyri meg er tað sum at pakka saman. Eg eri sum eitt ódnarveður tá eg vakni og havi eg ikki hug til nakað áðrenn eg sovni, so havi eg slett ikki hug til nakað tá eg vakni. Harra jesus tað er óintresant, og ein dag sum í dag, klári eg slett ikki at stýra mær.. Eg plagi at klára at hála meg upp. Men tað havi eg faktiskt slett ikki hug til í dag. So her liggi eg.. Fríggjakvøld, í einum alt ov heitum kamari, við gardinunum fyri. Nábúgvin, sum er ein ungdómskirkja, hevur opinbart veistlu í kvøld. Eg havi ikki hoyrt sovornum larm, síðani vit fluttu inn her. Handan kirkjan er eitt sindur sjálvsom. Har er harður tónleikur, og sjálvandi vilja tey sita uttanfyri. Prát, fjas og flenn í langar banar. So oman yvir at eg føli meg úber rotna eitt fríggjakvøld, so skal eg hoyra uppá ballið hjá kirkjuni. Juhuu!

So tað er synd at siga at her er nógv ljósareytt yvir kvøldinum í kvøld. Eg vildi heldur sagt at her er myrkareytt. Kanska vit siga vínreytt, eftir sum at tann liturin er so inn beint nú. Vínreytt kann eisini vera ordiliga vakurt. Hmm… kanska er tað slett ikki so galið at hava eitt vínreytt kvøld viðhvørt. Tað noyðist ikki altíð at vera ljósareytt. Veist tú hvat? Hatta hjálpti. Eg ætlaði mær eitt ljósareytt kvøld í kvøld, men tað er avlýst. Vínreytt hevur tikið yvir og tað fari eg at royna. Haha… kom í tankar um at tann vínreyði liturin eisini minnur um okkurt annað! Áhh gud, orsaka fyri myndina!

Onkuntíð hjálpur tað at fáa tankarnar niður á pappír. Eg dugi væl at síggja hvussu láturligt hetta er. Eg havi onga orsøk til at verða í ringum lag. Tað eru nokk bara hormonirnar sum arga meg. Eg fari at prøva at njóta mítt vínreyða kvøld, hvat tað so enn hevur at bjóða. Kanska eg ikki eri tann einasta sum er rotin í kvøld. Vónandi ikki, so kunnu vit ugga okkum við tí.

Eg ynski tykkum eitt gott kvøld! Ljósareytt ella vínreytt.

M&K

Skriv et svar