Fyri einum mánaða síðani sendi eg eina starvsumsókn..

Eg havi altíð arbeitt, hóast eg havi gingið í skúla. Men tá eg byrjaði at lesa á universitetinum, helt eg at tað var umráðandi at hava hundrað prosent fokus á skúlanum. Men nú er tíðin komin til at finna mær eitt arbeið.

Mín yndis handil PLINT, sum selur lutir til heimið, søkti eftir starvsfólki. Hetta var sum eitt kall frá himli, tí eftir at hava lisið í eitt ár, føli eg meg klára til, at eisini hava eitt studiejob við síðunar av. Starvið umfatar ein fullan arbeiðsdag mitt í viku og kanska onkran einkultan dag í vikuskiftinum. Perfekt! Eg sendi eina umsókn beinan veg, og tað gingu einar tvær vikur áðrenn eg fekk boð um at koma til samrøðu.

plint-logo

Eg valdi at skriva dagbók um hvørt stig í hesi longu gongdini, so nú kunnu tit fáa eitt innlit í, hvussu hetta gekk fyri seg og hvat endaliga úrslitið bleiv.

17. sept. Tríggjar tímar áðrenn starvsamrøðuna. 

Omg eg eri sooo nervøs. Eg føli hvussu hjartað bankar og hvussu ræstleys eg eri. Eg klári ikki at halda fokus. Eg burdi lisið, men tað er ongin møguleiki fyri tí, tá mínir tankar eru alla aðra staðni. So nógvir spurningar. Hvørjum leita tey eftir? Hvussu skal eg vera? Hvat vilja tey hoyra? Fái eg tað ella fái eg tað ikki?? Eg vil so gjarna!! Tað hevði passað perfekt!! Eg burdi fingið tað! Eg skal fáa tað!!

Um tríggjar tímar eri eg til samrøðuna..

17. sept. Samrøðan 

Samrøðan gekk ordiliga væl. Eg kom inn í handilin og stjórin vildi gjarna at vit høvdu samrøðuna inni í handlinum, við kassan. Hetta var eitt sindur sjálvsamt, men eg segði sjálvandi at tað var super. So kemur man til “Kanst tú greiða frá hvør tú ert og hvat tú ert góð til?” Áhh.. tað er ikki altíð so lætt! Men eg koyrdi á. Ístaðin fyri at siga “Eg eri ordiliga góð til blablabla og eg dugi væl blabla” so valdi eg heldur at venda tí og siga hvat mær dámar væl og hvørjum eg brenni fyri osf. So ljóðar tað ikki so yvirlegið. Men trúgv mær, eg fekk smurt tjúkt uppá.

Hon var ordiliga fitt og segði enntá at hon dugdi at síggja meg sum eina “Plint pige”. Iiiiihh! Men eg skilti á lagnum, at har vóru nógvar sum skuldu til samrøðu. Waaa… Og ein heil vika áðrenn eg fái svar!! Ihh altsoo..

24. sept. Uppringingin

Nú havi eg bíðað í eina viku og enn onki hoyrt. Eg sendi tí ein mail til hana og fekk svar beinan veg. Hon hevði roynt at ringt, tí hon skuldi spyrja um eg var áhugað í at koma til ein “prøvidag” på onsdag. JAAA! Tað vildi eg fegin! So tað eri eg spent til. Men eg eri vís í at eg ikki eri tann einasta sum skal til prøvidag, so eg má ordiliga vísa mína allarbestu síður, so eg kann fáa hetta starvið.

28. sept. Prøvidagurin

Um hálvan tíma skal eg verða har. Tað tekur einans tíggju minuttir at ganga yvir í Plint, so tað er perfekt! Eg eri eitt sindur nervøs! Havi latið meg í svørt klæðir (sum var ein útfordring at finna). Hugsi at tað er gott at verða í onkrum neutralum. Eg havi ilt í búkinum, so spent eg eri. Men vóni at tað fer at ganga væl! krosse fingrar!

Núúú havi eg verið og tað gekk … væl! Deiligur handil og fittur stjóri. Har skuldu fleiri inn til prøvidag, so tað er ringt at vita um eg havi nakran kjans. Nú fáa vit at síggja. Eg gleði meg bara at fáa svar! Eg merki at hetta stressar meg eitt sindur, so vónandi fái eg svar skjótt, so eg antin kann verða glað ella leggja Plint á hyllina. Hon segði at eg nokk ikki fekk boð fyrr enn í komandi viku.

So komu boðini (áðrenn tíð)

“Arbejdet er dit, hvis du vil ha’ det!!” JAAAAAAA!!! Eg eri so glað at eg kundi hoppa og dansa! (haha… tað gjørdi eg faktiskt tá eg hevði lagt hornið á)! Yayy! Áhh sum eg gleði meg at arbeiða í mínum yndis handli! Tað kundi ikki verði betur! So kann eg byrja vikuskiftið við at kalla meg eina “PLINT PIGE”. Yayy 😀

Her er ein leinkja til fitta, hugnaliga handilin, sum eg nú kann kallað meg ein part av 😀 http://www.plint.dk

M&K

Skriv et svar