Fyri nøkur er summarið meira stress enn feria

IMG_3304Tað fyrsta eg hugsi um tá onkur sigur “summar” er “feria”. Men ofta kennist tað ikki sum feria, tað kennist heldur sum ein øðrvísi tilvera, enn tann man upplivir hinar tíggju mánaðirnar. Feria ella ikki feria, so er summarið nakað serligt. Tað eru so nógv tiltøk at fara til og Føroyar eru soo vakrar hesa árstíðina. Um man ikki fer uttanlands at ferðast, so ferðast man kanska í egnum landi, sum ofta er minst líka hugnaligt. Tað er sum um at alt fær nýtt lív um summarið. Blómurnar spretta og fuglarnir syngja. Hetta lýsur í mínum huga gleði. Nøkur síggja summarið sum ein møguleika, at gera alt tað man ikki hevur fingið gjørt hinar mánaðarnar. Tá kann tað lættliga blíva stressandi. So má man heldur royna at gera eitt sindur so við og við ígjøgnum árið, so øll summarferian ikki fer við tingum, sum man “ikki tímur” at gera.

Øll hava brúk fyri at koma eitt sindur burtur frá gerandisdegnum viðhvørt. Tað nýtist ikki at verða tað heilt villa, men bara okkurt sum brýtur frá, so man fær sett tað sum man hevur í perspektiv við okkurt annað. Eg plagi at siga, at mær dámar væl at hava eitt fjølbroytt arbeiði. Sum nú, at eg arbeiði í tveimum ymiskum handlum. Tað ger at eg virðismeti tað góða í báðum handlunum, og man fær ongantíð “for” nógv av tí eina. Soleiðis síggi eg eisini tað sosiala lívið. Nøkur kenna at tey bara vilja vera saman við sínum maka, ella bara vera saman við familjuni, ella tí einu vinkonuni. Men um man brúkar eitt sindur av tíð saman við øllum (ella hvussu er meira enn bara einum) so fær man heilt sikkurt eina meira positiva uppliving av øllum og tann sosiala tilveran hevur fleiri bein at standa á. Fjølbroytni ger at vit klára at seta ting í perspektiv. Líka sum, um eg bara upplivi at brúka alla summarferiuna uppá at rudda, so haldi eg bara at tað blívur meira og meira irriterandi at rudda. Men um eg fari út saman við vinfólkum í kvøld og síðani fari aftur at rudda í morgin, so havi eg fylt tí sosialu kvotuna, og tískil kanska haldi tað verða deiligt at sleppa at ganga í míni egnu verð og rudda einsamøll dagin eftir. Eftir mínari meining, riggar hetta í hvussu er væl.

Tað kann eisini gera tað sama, um tú hevur rokkið øllum sum tú skuldi, og brúkt alla tína tíð uppá ting sum skuldu gerast, men tú stendur eftir ólukkulig. Eg haldi at nógv fólk (eg sjálv íroknað) gloyma tað, at vit eru til fyri at njóta lívið. Eg sigi ikki at vit ikki skulu stríðast og at lívið ikki skal vera stravið viðhvørt. Men onki gevur í síðsta enda nakra meining, um vit ikki eru glað og nøgd. Tí skulu vit minnast til aftur at seta ting í perspektiv. Er tað ein krisa at maðurin gloymdi at hanga klæðini upp á snórin? ella ger tað nakað um tað er eitt sindur støvugt heima? ella skal man ganga við ringari samvitsku í fleiri dagar tí man ikki náddi føðingardagin hjá systkinabarninum? Um tú í staðin hugnaði tær saman við børnunum, vinkonunum, makanum ella onkrum fjórða, so ger tað onki. Óruddið fer ongan veg, men jú eldri vit blíva, jú verri blívur tað at finna tíð til tey vit brúktu alla tíðina saman við fyrr. Er tað ikki meira virðismikið at brúka tíð saman við menniskjunum rundan um teg, enn at hava eini hús ella garð sum eru í toppformi? Nú hava menniskju rundan um meg, nógv at siga fyri meg, men eg trúgvi eisini at tað eru nógv onnur, sum hava tað eins og eg. Eitt er so sikkurt, at tey materiellu tingini fara ongantíð at geva somu gleði, sum tað sum er livandi rundan um okkum.

Soo, lat óruddið liggja í ein dag eyka, og fær út og hugna tær. Njót tilveruna. Vit vita ikki hvat morgindagurin hevur at bjóða okkum. Lívið er ov stutt at ganga og stressa um tingini vit ikki kunnu broyta. Vit kunna bara taka av møguleikunum vit hava frammanfyri okkum. Og tá alt knappliga blívur ov nógv, minst tá til hvussu heppin tú ert í mun til so nógv onnur, sum hava tað trupult við tingum sum forða teimum í at uppliva bara helvtina av tí sum tú upplivir.

Skriv et svar