G! FESTIVAL – Mótaíblástur

Vit eru mitt í festival sesongini og ein av stórstu føroysku festivalunum byrjar í morgin! Tað er nemliga G! Eg havi í nógv ár verið á G!, um ikki allar dagarnar, so onkran av døgunum. Útyvir tónleikin og stemningin á G!, so er mótin eisini í hásæti. ALT er loyvt á G! og tað er genialt. Man sær allar klædnastílar og tað er so hugaligt at síggja. Í tí sambandi havi eg sett fimm ymisk sett saman, sum eg kundi funnið uppá at fari í á G! Kanska tit finna íblástur úr onkrum av tí sum eg dámi. Míni ráð eru hvussu er, at tú skalt TORA! Far í tað sum tú hevur hug til og tað sum tú heldur er kul! Tað er ongantíð foooor serligt! Far uppá ovasta loft og finn onkra gamla troyggju ella jakka. Tað noyðist ikki at vera nýtt fyri at vera lekkurt. Leyp út í tað! Ja kanska fólk fara at hyggja einaferð eyka eftir tær, men tað er kanska tí tey høvdu ynskt at tey tordu líka væl sum tú! Góðan festival!

IMG_3008

IMG_3039

 

 

 

Grái jakkin er keyptur fyri umleið sjey árum síðani. Sólbrillurnar kunnu keypast í Vero Moda í SMS.

 

 

 

IMG_3031

 

IMG_3104

IMG_3091

 

 

 

Lekkur blomstrut og summarlig shorts frá Insito á Toftum. Pelsjakkan fann eg á loppimarkna fyri nøkrum árum síðani.

 

 

 

 

 

IMG_3099

 

IMG_3121

 

 

 

 

 

Kjóli frá H&M og Mammu’sa gamli leðurjakki, sum er 42 ára gamal! <3

 

 

 

 

 

IMG_3111

 

 

 

 

 

 

IMG_3113

IMG_3124

IMG_3131

 

 

 

 

Ljósu klædningsbuksurnar eru frá Events í SMS! Super avslappandi at vera í.

 

 

 

 

 

IMG_3157

IMG_3176

 

 

 

Blomstruta troyggjan er frá Rákinum í SMS og lekkri regnjakkin fast í Events í SMS.

 

 

 

 

IMG_3164

Minst til – Far í tað sum TÚ heldur vera kul! 😀

M&K

Skriv et svar