Gamla nýggja køksborðið

IMG_7461

Vit fluttu inn í úbúðina hjá okkum í oktobur 2015. Um tad tíðina, sá eg hetta fitta borðið og stólarnar á DBA.dk. Tad var so bíligt, at eg hugsaði at hatta var fínt hjá okkum at hava, fyri fyrst. Men tað at hava gamlar møblar, fær meg onkursvegna at føla meg heima. Íbúðin hjá okkum var spildurnýggj, so alt var hvítt (og stirilt, í mínum eygum).

Eg elski at síggja myndir, av tí reina stílinum, sum er so væl umtóktur beint nú. Alt so hvítt og minimalistiskt, vid eitt sindur av royal copenhagen, lyngby vasum, kaj bøjesen apunum osf. Men tann stílurin, er bara slett ikki eg.

Mær dámar nógv betur tann hugnaliga og heita stílin. Okkurt gamalt, sum man kann seta sín egna dám á. Hetta ljóðar kanska eitt sindur undarligt, men ofta komi eg heim vid lutum eg havi funnið úti. Fólk í Danmark, ella hvussu er Aarhus, seta ofta lutir uttanfyri, sum tey ikki nýta longur. So kann onkur taka tad, og fáa gagn av tí. Fantastiskt ha? Eg eeeelski tad. So vaski eg tad og máli tad, og HAPS! ein nyggur møbil til mín.

Aftur til borðið og stólarnar. Borðið og stólarnir vóru máladir hvítir tá vit fingu tað, men tad var ógvuliga slitið. Eg fór so í gongd vid at mála borðið ljóst turkis/blátt, og eg eri so glað fyri litin. Eg var ikki ordiliga vís í hvat eg skuldi gera vid stólarnar, men endaði við at mála, tann ovasta útskorna prinsessu teiðin ljósareyðan. Mær dámar væl svart/hvíta toyið, sum gevur eina kontrast til tad feminina. (sigast skal, at sjeikurin er farvublindur, so hann er so øgiliga væl nøgdur vid okkara “hvíta” borð, haha fitt)

Samanum tikið, eri eg super væl nøgd vid hesa verkætlanina, og vildi enn túsind ferir heldur haft mítt gamla borð, ístaðin fyri eitt spildur nytt. So um tú hevur gamlar møblar liggjandi, so kanska tú kanst geva teimum eitt nytt lív, vid einum sjatti av máling. (ella kanska geva nábúgvanum teir, so hann kann fáa gleði av teimum).

Viðmerk ella vís mær endiliga myndir, av onkrum sum tú hevur verið í gongd vid, at givið eitt makeover! Eg gleði meg at síggja!

M&K

Skriv et svar