Genialu grillsmátturnar í Skálavík

Leygarkvøldið hjá mær, bleiv brúkt í Grillsmáttunum í Skálavík, og hetta vil eg heilt víst viðmæla.

20160618_235032

Tað skal ikki altíð so nógv til, fyri at skapa eitt hugnaligt kvøld. Góð fólk, lekkur matur, sangur og gott lag, so er kvøldið reddað. Einki av hesum manglaði leygarkvøldið og lagið var av tí allar besta. Grillsmátturnar vóru tættar og heitar. Benkurnir vóru klæddir við seyðaskinni og starvsfólkini vóru so fitt og hjálpsom. Møguleiki var, hjá børnunum, at renna uttanfyri. Har er ein lítil fótbóltsvøllur og ikki at gloyma hitapotturin, sum var hæddarpunktið á kvøldinum. Har manglaði rætt og slætt einki.

Tað gevur ein serstakan stemning, tá man grillar. Aftur á hesum økinum, nýtist man ikki at fyrireika nakað, tí hotellið hevur fleiri ymiskar grillpakkar at velja ímillum. Grillin er tendrað tá man kemur og maturin verður borðin, út í smátturnar.

 20160619_041257

Vit vóru so heppin at hava bæði harmoniku og guitar spælara, so har var ongin stemma eftir sunnudagin, tí stemmubondini vóru brúkt, til tann ljósa morgun. Veðrið var av tí allar fagrasta, og tá sólin snýkti seg upp, fóru tey síðsta rullandi heim. Eitt fantastiska stuttligt kvøld, við so sera góðum selskapi.

IMG_2394

Um man ikki atlar sær út um Føroyar í summar, so er hetta ein upplagdur møguleiki, og heilt sikkurt eitt varandi minni, fyri bæði vaksin og børn.

Skriv et svar