Ger egna prýðipútu

IMG_6017Nú er tað ikki so langt síðani, at sjeikurinog eg fluttu inn í nyggja íbúð. Nakað eg skjótt fann útav, er at tað er dyrt at keypa innbúgv. Tískil havi eg fingið ein hug til at skapa mest møguligt sjálv. Til alla lukku, erhetta nakað eg tími (alt for)væl. So tá eg líka havi tørv á at kobla úr, so finni eg eitthvørt kreativt at rokast við.

Hesafer skuldi tad verda lætt og skjótt. Eg havi enntá eina seymimaskinu (Sssshh, so eg havi verið ekstremt dovin! men tað skal tað eisini verða pláss til viðhvørt)! Náh men, eg valdi so at nýta límpistólina í staðin, hon kann jú nýtast til alt!

  • Eg keypti tvær pútir og toy í IKEA.
  • Set límpistólina í stikkontaktina, so hon blívur heit.
  • Máta toyið eftir hvussu stór pútan er og klipp tvey líka stór stykkir, til hvørja pútu.
  • Legg toystikkini saman, so at útvortis síðurnar venda ímóti hvørjari adrari. tvs skeiva sídan vendir út.
  • Líma uttast á kantunum, so at bædi toystikkini verda líma saman.
  • Tá tú ert komin til tí fjórdu síduna, vendur tú pútutoynum, so at rætta sídan vendur út.
  • So koyrir tú pútuna inní toyid, og límar fjóru síðuna saman, meðan tú roynir at leggja tað soleiðis at kanturin ikki sæðst. Hetta kann blíva eitt sindur svansugt 🙂

Taaaadaaaaa, og tú hevur heimagjørdar pútur, í júst tí sniði og toyi tú ynskti 🙂

M&K

Skriv et svar