Ger tað sum TÚ hevur hug til!

IMG_1464

Tað eru soo nógvar dugnaligar gentir/kvinnur í føroyum. Eg veit at tað eru nógvar sum hava hug at blogga, leggja youtube video út, skriva sína erligu meining á facebook, leggja myndir út osf. Tað er alt ov ofta at óttin fyri at verða dømd, heldur hesum aftur. Eg skilji væl at tú leggur í hvat onnur halda, tað geri eg eisini. Eg var soo óttafull at gera hendan bloggin. Men eg vildi so gjarna, og eg hugni mær so nógv við at skriva, gera kreativar verkætlanir, baka, styla osf. og eg eri so glað fyri at eg byrjaði sukursøtt.

Tað fara altíð at vera fólk, sum halda tað tú gert, ikki er kul. Men hvat so? Tey halda eisini at okkurt er kul, sum tær slett ikki dámar. Og tað er super! Tað er ongin listi yvir hvat er rætt at dáma og hvat er skeift.

Vit eru júst soleiðis, sum vit eru. Vit kunnu verða júst tann persónurin sum vit ynskja, og alt er møguligt, um man vil arbeiða fyri tí. Eg kann einans bjóða tað sum eg eri góð til. Ja, onkur annar er heilt sikkurt líka góð, og betur, men tað tekur onki frá mær. Tað ger ikki meg verri. Vit skulu eisini læra okkum at verða betur til at síggja sterku síðurnar hjá hvørjum øðrum, sum íblástur, ístaðin fyri hóttan.

Hetta er sum tá næmingar snakka um karakter í skúlanum. “Fyrst var eg ordiliga glað fyri mítt 9 tal, men nú tá Karla fekk 10, so var mítt 9 tal brádliga ikki so gott hóast alt”. Hetta er ikki ein sunn tankagongd. Vit skulu steðga við at samanbera okkum sjálvar, við allar hinar. Hon er góð til okkurt, men tú ert góð til okkurt annað, tað er onki sum er betur enn okkurt annað.

Eg haldi tað verða so umráðandi at finna útav hvat tú ert góð til. Eisini tá børn eru smá. Sjálvandi skal man ikki kroysta nakran at gera okkurt, bara tí tey eru góð til tað. Men við at gera nakað tú ert góð til, byggur tú sjálvsálit og sjálvsvirði, og hetta er so grundleggjani fyri menniskjað.

Eg visti væl fyrr, at eg ikki dugdi serliga væl at rokna. Allar hinar gentirnar í flokkinum, dugdu so væl at rokna, men eg plagdi at ugga meg við, at um tað var ein sang kapping ímillum okkurt fýra, so hevði eg vunnið. Hetta hjálpti mær við at minna meg á, at sjálvt um eg ikki dugdi at rokna, so dugdi eg okkurt annað, og sangurin hevði eisini nógv virði.

Eg haldi at alnótin er ein so góður miðil, til at koma út við sínum kreativu evnum. Tað eru ikki øll sum eru til tað fakliga, men tað sigur ikki at tey ikki hava nakað at bjóða. So kom út við tínum kreativu hugskotum. Ikki verða bangin fyri at fólk fara at døma teg. TÚ skalt verða glað og stolt av tí sum tú hevur at bjóða! Ikki lata onnur halda tær aftur. Um eg kann, so kanst tú eisini!

M&K

Skriv et svar