Ger tín egna ala Ben & Jerrys “Cookie dough” ís

COOKIE DOUGH ÍSUR

Eg kundi liva av ísi. Tað er barasta soo lekkurt. Mín yndis er Ben & Jerrys. Teir eru bara so forbiði dýrir, so nú hugsaði eg at eg skuldi royna at gera mín egna. Hendan uppskriftin av cookie dough, kann sagtans nýtast til tveir litrar av ísi. Nú tá man er farin í gongd at líka væl ha? Eg kann hvussu er heilsa og siga, at ein litur hvørvur skjótt 😉

IMG_1927

 

Cookie dough:

50 g smeltað smør

50 g sukur

50 g putursukur

1/2 tsk vaniljusukur

1/3 dl mjólk

1/4 tsk salt

115 g hveitimjøl

30 g myrkari sjokulátu

Arbeiðsháttur:

Elt alt tilfarið væl saman við hondunum ella einum pískara. Rulla síðani í nakrar avlangar pylsur, og legg deiggið í frystaran. Tá deiggið er blivið nøkunlunda hart, tekur tú tað út og skerur tað í smáar bitar.

Eg keypti ein litur av vaniljuísi (um tit er ordiliga tolnar og djarvar, kunnu tit gera heimagjørdan ís). Eg tók eitt sindur av ísinum úr eskjuni, og koyrdi cookie dough og myrku sjokulátuna ímillum løgini av ísi. Til seinast rørdi eg tað saman, soleiðis at cookie dough og ísurin bleiv til ein heild.

Koyr síðani ísin í aftur eskjuna og fryst í umleið ein tíma.

 

IMG_1901 IMG_1907

So er klárt at eta! OMG hetta smakkar væl! Eg pyntaði við eitt sindur av karamel bitum og sukurkúlum. Mums!

IMG_1922 IMG_1925

IMG_1914

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar