Góðar vørur til viðkvæma húð #thebodyshop

Eg fái altíð lekkrastu gávurnar frá The Body Shop! Og hesuferð var onki undantak.

Eg havi sera viðkvæma húð, og má tí ansa eftir hvat eg koyri á meg. Og nú eg eri við barn, má eg ansa eyka væl eftir. The body shop hevur eina heila seriu sum eitur “ALOE”, sum er rættað til brúkaran við viðkvæmari húð, ið kanska ikki hevur so góða reaktión uppá vørur við perfumu, alkohol og parapenum. Tískil hava tey gjørt hesa seriuna, ið ikki inniber nakað av hesum. Eisini ein uppløgd vøra til hana, sum er við barn.

Eg havi sum heild normala húð á kroppinum, men nú í samband við mín graviditet havi eg fingið óreina húð á bæði rygg og bringu. Eisini kann tað skriða sera illa um búkin og bringuna, tí at kroppurin víðkast og strekkist. Tá royni eg nemliga at smyrja meg inn í Aloe body butter, ístaðin fyri at skriða, sum kann framkalla strekkmerkir. Hetta bodybutterið frá ALOE seriuna hjá The Body Shop er soo lekkurt! Tað smeltar beinleiðis inn í húðina og ger hana bleyta. Eg havi ikki havt nakra negativa reaktión uppá hesa vøruna, og havi bara gott at bera henni.

Ein uppløgd jólagáva, til hana ið eigur alt!

Hetta er mín hetja nú í vetur! Er tað nakað er stríðist við tá kuldin kemur, so er tað turrar varrar. Og er nakað meira iriterandi enn tað? Henda lítla fitta vøran er eisini frá ALOE seriuni og er at smyrja á varrar og eygu. Hetta gevur fukt og fyribyrgir at varrarnar taka skaða. Smyr hetta á morgun og kvøld, og/ella áðrenn tú koyrir feittstift ella varrastift á. Hetta tornar skjótt og hevur ongan smakk.

Stríðist tú eisini við viðkvæma húð, so vil eg heilt sikkurt viðmæla hesa ALOE seriuna, sum fæst í THE BODY SHOP í SMS. Eisini kanst tú fara inn at fáa onkrar smáar prøvar, áðrenn tú keypir eina heila vøru.

M&K

Skriv et svar