“Good luck gettin’ up there” segði hann..

Aftaná at hava ligið og dasa í svimjihylinum í nakrar tímar í dag, fóru vit ein spaseritúr niðan til tað nógv umtalaði slotti, sum er her í Alanya. Slottið bleiv bygt í trettandu øld og hevur 140 torn. Í dag er slottið eitt opið uttandura museum, sum nógv ferðafólk vitja.

image

Tað tók umleið ein tíma at ganga niðan og tað var niðanbrekka allan vegin. Vit sóu nógv koyra niðan, bæði í taxabilum, scootarum og vanligum persónbilum, men sjálvt um tað var stravið, so høvdu vit sett okkum fyri, at vit skuldu ganga niðan har. Tað var stuttligt at síggja tey ymisku húsini áveg niðan. Har vóru nógv sum vóru málaði við pastell litum, og serliga vóru nógv gul. Áhh sum tey vóru pen.

image

Tá vit vóru komin umleið 2/3 møttu vit einum pari. Konan var dekkað frá topp til tá. Stakkalin, hugsaði eg, at hon skal ganga í øllum hasum klæðunum í hesum ræðuliga hitanum. Vit ivaðust í hvønn veg vit skuldu ganga, so eg spurdi tey um hetta var rætta leiðin. Jú svaraði hon. “Just keep walking and walking. Think about it as a good workout”. Ohh dear, ja hetta var sum ein ordans venjing. Sveittin lak av okkum, sólkremið rann oman í eyguni og hárið klistraði seg fast á nakkan. Mums! Løtu seinni møttu vit einum ungum drongi. Eg haldi so bestemt at hann vildi ávara okkum, tá hann segði “Good luck gettin’ up there” við einum ironiskum tóna og einum øgiliga troyttum úttrykki.

Trúgv tí ella ei, vit komu niðan á. Sodan! Ein góð kensla. Mær dámar væl at røra meg tá eg eri og ferðist, so hetta var júst nakað fyri meg. Tað var ein ótrúliga vøkur sjón har uppi. Vit sóu útyvir alt Alanya. Tað var eitt sindur torført at “síggja” slottið, nú man stóð mitt í tí,  men tað var stuttligt at síggja býin frá einum øðrum sjónarhorni. Eisini vóru so vakrar blómur og gigantiskir kaktussar at síggja har uppi. Har var eisini ein kirkja, har man hoyrdi ein muslim syngja bønarsangin, sum man hoyrir nakrar ferðir um dagin her í Turkalandi.

14001686_10154363349264144_331624970_o

13987732_10154363344309144_673169176_o

Eisini vóru básar við heimagjørdum vørum, og eins og alla aðra staðni í býnum vóru tey øgiliga ágangandi at fáa okkum at keypa eitthvørt frá teimum. Sølufólkini sóu annars so rólig út. Sum um onki annað bíðar eftir teimum. Tey hava ongan skund og eg fái næstan kensluna av at hatta er heimið hjá teimum. Eg eri so forvitin um hvussu lívið hjá teimum er. Eg hevði ynskt at eg kundi spurt tey og hoyrt teirra lívssøgu, men nógv av teimum duga illa at tosa enskt, so tað verður nokk torført hjá mær.

image

Vit gingu og mólu har uppi í eina góða løtu og fingu sjalvandi tikið nakrar myndir. Annars hevur man jú slett ikki verið har 😉 ohh dear.. eg spurdi nemliga sjeikin “Nær munnu fólk fara og steðga við at taka selfies??”.. Eg dugi næstan ikki at minnast hvussu tað var áðrenn. Ohh noo, take me back!

image

Ferðin heim aftur gekk eitt sindur skjótari. Vit vóru glað og vælnøgd við túrin og onkursvegna hevði shorts’ið hjá sjeikinum skift lit. Eg veit ikki um tað var gandur uppi í slottinum ella kanska tað bara var sveittin, sum gjørdi reyða litin eitt lítið sindur, ella nokk so nógv myrkari enn hann var tá vit fóru. Haha.. eg taki hattin av fyri fólki, sum klára at liva í hesum hitanum!

Í kvøld slappa vit bara av fyri rest. Vit hava totalt vent upp og niður uppá nátt og dag, so vit hava enn ikki megnað at smakka morgunmatar buffetina. Tó ætli eg mær, at tað skal koma vend í hetta í morgin. So vónandi sovni eg ikki alt ov seint!

Vónandi hava tit haft ein góðan dag.

M&K

Skriv et svar