Gularótskøka við súreplum og karamell

img_8343

Gularótskøka er mín yndiskøka, men hendan útgávan tekur hana til nýggjar hæddir. MUMS!

Fyrst bakar tú tveir rundar botnar av gularótskøku sum hava ein diametur á 20 cm.

Tilfar til køkuna: 

8 egg

600 g sukur

1 1/2 dl olju

400 g mjøl

4 tsk bakipulvur

2 tsk vanlijusukur

4 tsk natron

4 tsk kanel

2 tsk salt

750 g gularøtur

Set ovnin á 180 stig. Píska eggini og sukri væl saman. Rør oljuna í og síðani eggini. Blanda turra tilfarið saman í einum øðrum bolla og rør tað síðani í sukurblandið. Rív ella koyr gularøturnar í ein minihakkara til gularøturnar eru skornar í heilt smátt. Rør síðani gularøturnar í blandið, koyr í tveir rundar formar og baka í ovninum í umleið 50 minuttir. Lat køkuna kølna tá tú tekur hana úr ovninum.

gularotakoeka-vkaramel

Tilfar til ostakremið

200 g rómaost

100 g bleytt smør

2 dl flormelis

2 tsk vaniljusukur

Píska alt tilfarið saman í einum bolla til tað hevur rætta konsistens. Kremið skal helst verða eitt sindur tjúkt, so tað er lættari at arbeiða við.

Tilfar til karamellið

200 g sukur

50 g smør

1,25 dl róma

Eitt sindur av salti

Koyr sukrið í eina grýtu og lat tað fáa frið at hitast, til tað loysnar frá grýtuni. Tá tað byrjar at brúnkast, tekur tú tað av heitu plátuni og koyrir smørið í. Smørið skal vera skorið smátt. Koyr tað síðani aftur á heitu plátuna og rør runt. Síðani koyrir tú spakuliga róman í og smakkar til við salti. Rør runt til tú heldur at karamellið er blivið nóg tjúkt.

Súreplini

Sker súreplini í bátar. Hita eina pannu og steik súrepla bátarnar til teir eru lætt brúnkaðir.

Endaliga samansetingin

Smyr ostakrem á niðasta botnin og legg síðani eitt lag av súreplum á. Legg hin botnin omanyvir og smyr ostakremið runt um alla køkuna. Legg eitt lag av súreplum á ovasta lagið av ostakreminum. Enda við at stoyta karamellið oman yvir alla køkuna.

img_8355

img_8348

img_8343

Vælgagnist!

M&K

3 comments

  1. ML says:

    Kakan sær øgiliga lekkur og spennandi út
    Eg umhugsi at gera hana, tá ið starvsfelagarnir skulu hava morgunkaffi; men riggar hon best, tá ið hon er akkurát løgd saman, ella er hon eisini lekkur, um hon verður gjørd kvøldið fyri? Og hvussu nógv súrepli brúkar tú til kakuna?

  2. ML says:

    Kakan sær øgiliga lekkur og spennandi út
    Eg ætli mær at bjóða starvsfeløgunum hana til morgunkaffi, men eg ivist eitt sindur í karamellkreminum; er tað best at eta kakuna, beint sum hon er løgd saman, ella er hon eisini góð at eta um morgunin, um hon er løgd saman kvøldið fyri? Og hvussu nógv súrepli hevur tú brúkt til kakuna?

  3. Vígdis says:

    Heyy!
    Ja og hon smakkar líka væl sum hon er vøkur!
    Tu kanst sagtans gera hana kvøldið fyri, tí hon heldur sær væl. Eg brúkti ein tvey til trý súreplir, tað kann man eisini sjalvur avgera
    Vónandi eydnast hon væl og starvsfelagarnir verða glaðir

Skriv et svar