HAIRPLUS SERUM – Ein vøra, ið veruliga riggar

Tað var í juni mánaði, at eg byrjaði at brúka HAIRPLUS SERUM, og hann náði tú meg! Sum við øllum vørum, var eg eitt sindur ivasom, um tað veruliga fór at rigga.

Tær flestu tykkum kenna sikkurt facebook síðuna, NAILS BY BJØRG – Skønhedssalon, har føroyska Bjørg Lamhauge leggur myndir út av flottum neglum og øðrum vakurleikavørum. Bjørg hevur sína egnu klinikk inni í einari frisør salong í Valby, Keypmannahavn. Til tíðir er Bjørg eisini heima í Føroyum, har hon tekur sær tíð til føroysku kundarnir, sum standa klárir í bíðirað. Bjørg var so vinalig, at loyva mær at testa HAIRPLUS SERUM, sum er ein av hennara mest seldu vørum.

Sum eg skrivaði, í fyrrverandi bloggi HER, so er hetta produktið sera lætt at brúka. Hetta er bara blivið ein partur av mínari mannagongd um kvøldið. Tá eg eri liðug at koyra smynkuna av, so koyri eg HAIRPLUS serumið á. Eg smyrji bara eitt lætt lag, innast við kantin á mínum vippum. Ja, so einfalt er tað.

Tað sigst at endaliga úrslitið sæðst aftaná 8 vikur. Men eg haldi at eg byrjaði at síggja smá úrslit ordiliga tíðliga í gongdini. Longu aftaná eina viku, virkaðu vippurnar longur. Eisini tykist tað sum, at mínar vippur eru blivnar sterkari. Eg havi ikki mist klumpar av hárum (sum annars meira enn so kann koma fyri).

Kanska tú hugsar “Altso, vippurnar hava ongan týdning”.. og tað havi eg kanska eisini hugsað áður sjálv. Men aftaná at tær nú eru so langar, so kenni eg meg júst sum eina Disney prinsessu. Hvønn morgun eg koyri maskara á, gerist eg eins ovfarin, yvir hvussu fantastiska flott úrslitið er blivið. Ja, myndin talar fyri seg!

Ovara myndin er frá áðrenn eg byrjaði at brúka HAIRPLUS SERUM, og niðara myndin er aftaná at hava brúkt tað javnan í 8 vikur.

Ynskir tú eisini at ogna tær hesa vøruna? So er bara at fara inn á facebook síðuna hjá NAILS BY BJØRG og skriva henni eini boð.

PSSSSST!!! Bjørg hevur beint nú eina kapping koyrandi, har tú millum annað kanst verða við í lutakastinum um HAIRPLUS SERUM, so skunda tær at luttaka!

M&K

Skriv et svar