Heimablídni og nútíðar (súr)eplakøkan

Nú er við at verða nakrir dagar síðani, at vit høvdu heimablídni hjá svigerforeldrunum í Skálavík. Hetta riggaði avbera væl og gestirnir vóru so fittir. Talan var um eitt selskap á 34 fólk, sum búðu á Hotel Skálavík í nakrar dagar. Tey ynsktu so eina øðrvísi uppliving hetta hóskvøldið, og tað fingu tey. Tað er nakað heilt serligt at koma inn í eitt ókent heim, við fremmandum fólkum. Men hetta var so hugnaligt.

Eg var so heppin at fáa uppgávuna, at gera køkurnar til hesu fittu fólkini. Vit borðreiddu við hesi nútíðar eplakøkuni, sum eg skapaði. Hon inniber allar tær vørurnar vit kenna frá tí góðu gomulu eplakøkuni, sum verður tveitt saman í eina skál. Tó havi eg lagt eina hvíta sjokulátamousse afturat, fyri at gera hana eyka góða. Skálin er skift út við springform og tískil fær eplakøkan eitt heilt nýtt og moderna úttrykk, men tú kennir beinan veg smakkin aftur. Makrónurnar eru í botninum, síðani hvít sjokulátamousse og so eplamos og róma á toppin, mums!

Uppskriftin er at finna í nýggjasta tilboðsblaðnum hjá Á handlinum, og nú fáa tit hana eisini her.

Tilfar

150 g makrónrasp

125 g smør

6 dl súreplagreytur

11 ørk husblas

1 spsk sukur

½ l róma

200 g hvít sjokuláta

2 dl mjólk

6 husblas

 

Soleiðis gert tú:

Botnurin

  • Smelta smør og rør tað saman við makrónraspinum. Legg tað í botnin á einum springformi við 20 cm tvørmát. Stilla á køl.

Súreplagreyturin

  • Legg 5 ørk av husblas í vatn. Kóka súreplagreytin í einari grýtu og koyr eina spísuskeið av sukur í. Vind vatnið úr húsblassinum, og lat tað smelta í grýtuni saman við súreplagreytinum. Lat kølna.
  • Koyr helvtina av súreplagreytinum oman yvir makrónbotnin og stilla aftur í køliskápið í 30 min.

Sjokulátamousse

  • Legg 6 ørk av husblas í vatn. Koyr mjólkina í eina grýtu og lat husblassini smelta í grýtuni.
  • Sker hvítu sjokulátuna í bitar, og koyr hana í grýtuna at smelta.
  • Tak grýtuna av plátuni og lat kølna.
  • Píska róman.
  • Tá sjokulátakremið er kølnað, blandar tú eitt sindur av rómanum saman við sjokulátuni. Síðani koyrir tú restina av rómanum í og rørir spakuliga, til hetta fær ein javnan mjúkan konsistens. Umráðandi at ikki røra ov nógv, tí so kann rómin byrja at skilja seg.
  • Koyr sjokulátamoussið í springformin, omanyvir tað fyrsta lagið av súreplagreytinum og stilla í køliskápið í 30 min.
  • Enda við at koyra restina av súreplagreytinum, omanyvir sjokulátamoussið.
  • Lat køkuna standa á køl í minsta lagi seks tímar, áðrenn tú tekur hana úr springforminum.

Prýði

  • róma og hvíta sjokulátu

 

Soleiðis sá tað út, tá vit høvdu heimablídni. Allir gestirnir fingu eitt stórt stykki í part, so fór ongin svangur út aftur.

 

Hvussu dámar tykkum hesa útgávuna av eplakøkuni?

M&K

Skriv et svar