Heimagjørd sjokulátamousse

Áhh sum mær dámar væl hesa løttu dessertina. Hon er ein sikkur vinnari, sum tey flestu dáma. Hendan dessertin er so løtt at gera, og kann eisini gerast langt frammanundan hon skal borðreiðast.

Vit fara bara beint í gongd.

 

Tilfar

 200 g myrk sjokuláta

4 hitaviðgjørdar eggjablommur

3 hitaviðgjørdir eggjahvítar

75 g flormelis

3 dl róma

Soleiðis gert tú:

Píska eggjablommur og flormelis til eitt ljóst krem.

Píska eggjahvítarnar stívar í einum øðrum bolla.

Píska nú róman í enn einum bolla.

Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat sjokulátuna kølna eitt sindur.

Rør eitt sindur av eggjablandinum saman við smeltaðu sjokulátuni, soleiðis at sjokulátan ikki klumpar av hitamuninum. Blanda síðani sjokulátuna saman við restini av eggjablandinum.

Rør síðani spakuliga eggjahvítarnar saman við og til síðst skal rómin rørast í.

Deil nú sjokulátamoussina í gløs og lat standa í køliskápinum. (helst í nakrar tímar)

M&K

Skriv et svar