Heimagjørd smyrjisjokuláta til morgunmatarborðið

Áhh eg minnist væl hesa frá eg var lítil. Hetta var bara tað lekkrasta man kundi fáa, og veist tú hvat ? Tað er tað næstan enn. Hetta er møguliga ikki nakað, ið er so smart at eta gerandisdagar, tí innihaldið er seeera ósunt. Men í vikuskiftinum ella til ein brunch, so er hetta bara ordiliga vælsmakkandi.

Uppskriftin er sera einføld, og krevur bara trý ymisk ráevni.

250 g flormelis
250 g  smør
2 spsk kakao pulvur

Píska alt tilfarið væl og leingi. í fyrstuni helt eg at eg hevði gjørt okkurt skeift, tí tað virkaði alt ov turt. Men tú kemur fram til rætta konsistensin, tá tú hevur píska nóg leingi.

Ger lekkrar heimabakaðar bollar, at hava afturvið. Tað veit den! Samansetingin er faaaantastisk! Uppskrift uppá bollar, finnur tú HER

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar