Heimagjørdar piparnøtur

Nú nýtist mær ikki longur at umbera, fyri at verða í jólahýri ha?

Eg havi ongantíð verið stór fan av piparnøtum. Kanska tí eg hugsi um tær myrku, turru, keyptu piparnøturnar, sum ikki siga mær tað heilt stóra. Men eg minnist altíð at omma at einari vinkonu hjá mær, gjørdi so sera góðar piparnøtur. So nú havi eg roynt at funnið fram til, hvussu eg kundi røkka hennara vælsmakkandi piparnøtum. Eg gjørdi eina roynd, og eg vil siga at eg eri væl nøgd.
Hesar heimagjørdu piparnøturnar eru nemliga ordiliga saftigar og lekkrar, og so smakka tær eisini knasandi gott!

Nú gjørdi eg mínar rættiliga stórar, hóast tað ikki ordiliga var ætlanin. So tá tú rullar deiggið í kúlur, er gott at gera kúlurnar ordiliga lítlar, kanska á stødd við eina eitt krónu. So kanska tínar gerast eitt sindur minni enn mínar.

Men hey, smakkurin er tann sami.

Eg fann grund uppskriftina hjá dr.øetker, og havi lagt nøkur ting afturat.

Tilfar til áleið 50 stk

125 g sukur

125 g bleytt smør

220 g mjøl

1 egg

1 bræv av piparnøtukrydd frá dr.øetker

áleið 100 g mandlir

1 neva av sukat

TIP – lekkurt við smáum stykkjum av hvítari sjokulátu saman við.

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 200 stig vanligum hita.

Blanda mjøl, sukur og piparnøtukryddi saman í einum bolla. Koyr síðani egg, smør og hakkaðu mandlurnar í saman við. Um tú ynskir hvíta sjokulátu í saman við, verður hon eisini koyrd í nú. Elt deiggið væl.

Rulla nú deiggið í smáar kúlur, á stødd við einari eitt krónu. Legg tær á bakipappír og baka síðani í ovninum í áleið 8-10 minuttir.

So er klárt at borðreiða og/ella goyma piparnøturnar í einari væl avbyrgdari dós.

Vælgagnist, M&K.

Skriv et svar