Heimagjørdir Donuts

Eg eri fallin fullkomiliga fyri lekkrum søtum donuts!

Hetta er ein sukurbumba, sum vil nakað. Til mítt egna yvirraskilsi, fann eg útav hvussu einfalt tað er, at gera heimagjørdar donuts. Tú kanst gera teir við frituru, við bakiplátu ella uttan nakað amboð. Tað sum ger stóra munin, er um tú steikir teir í feitti ella bakar teir í ovni. Frituran ger teir sjálvandi væl feitari, og gevur teimum, tann kenda donuts smakkin. Við at baka teir ístaðin, sleppur tú undan eyka kalorium, og teir smakka tó sera væl.

Tann eina dagin keypti eg eina donuts bakiplátu. OMG! Hon er blivin brúkt væl síðani. Eg havi prøvað ymsar samansetingar av deiggi, men haldi at hendan hevur riggað best. Tú kanst lata deiggið ganga í tveir tímar, men eg viðmæli at lata deiggið ganga yvir náttina. Tá havi eg í hvussu er fingið besta úrslit. Tá fáa teir ein betur konsistens, ein meira donuts konstistens, sum er tað vit ynskja at røkka.

Tilfar til umleið 15-20 donuts

50 g smør

2 dl mjólk

20 g ger

2 egg

120 g sukur

1 tsk salt

3 tsk vaniljusukur

500 g mjøl

(tú kanst koyra eitt sindur av siroppi í, fyri at fáa ein søtari smakk)

Arbeiðsháttur

Smelta smørið og rør køldu mjølkina í. Tá tað er lunkað, morlar tú gerina í, og rørur. Koyr síðani egg, sukur og salt í blandið og rør væl. Til seinast koyrir tú mjølið og vaniljusukrið í og eltur deiggið væl saman. Um deiggið kann tykjast ov bleytt, kanst tú koyra meira mjøl í. Lat tað ganga í minimum 2 tímar.

Set ovnin á 180 stig.

Deil deiggið í tveir partar, og rulla tað lutfalsliga tunt. Brúka ein kopp og ein propp (td. ein propp av sodavatnsfløsku, ella tútin á fløskuni) at trýsta niður á deiggið. Soleiðis fært tú skapað donut formin.

Um tú hevur ein donut bakiplátu, (kann millum annað keypast HER) so koyrir tú eitt sindur av olju í formin og leggur tínar donuts í. Hesir skulu bakast niðast í ovninum í 5-6 minuttir.

Tú kanst eisini gera donuts á einari vanligari bakiplátu, men tá er umráðandi at deggið hevur gingið í minimum 12 tímar. Legg tá dupult av bakipappíri á plátuna, og legg tínar donuts á plátuna við góðum millumrúmi. Hesir bakast í umleið 6-8 minuttir, men fylg væl við, soleiðis at teir ikki blíva ov gyltir.

Síðani kanst tú prýða tínar donuts, júst sum tú ynskir. Ger ymiskt glasur og vel antin at dippa toppin niður í, ella koyr glasur um allan tín donut. Tú kanst eisini smelta sjokulátu, karamell osf. Alt er loyv, og minst til, jú søtari jú betur.

 

Hetta er ikki seinastu ferð, at hesir verða gjørdir heima hjá okkum! (Eg át ikki minni enn fimm uppá nakrar tímar) Haha.. Mums!

Vælgagnist! M&K

Skriv et svar