Heimagjørdir twix bitar (OMG)

TWIX er ikki mítt yndis góðgæti, MEN tað er hetta har aftur ímóti blivið.

Eg kann ikki lýsa við orðum hvussu væl hetta smakkar, og nú tað er uppi, havi eg bara hug at gera eina portión afturat. Eg kundi faktiskt etið alt, um eg fekk loyv. Gott at onkur var, at hjálpa mær.

Eg havi verið eitt sindur friðarlig hesa vikuna, men tað mugu tit orsaka. Her hevur verið so nógv spennandi á skránni. Tað gleði eg meg at fortelja tykkum um seinni.

Kanska tit fyrigeva mær tá tit hava smakkað twix bitarnar! So vit skunda okkum í gongd.

Tilfar til botnin

2 1/2 dl mjøl

65 g sukur

10 g maizena

110 g bleytt smør

1 eggjablommu

1 spsk vatn

Tilfar til karamell + sjokulátu

1 dós kondenseret mælk

120 g sjokulátu

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 180 stig. Koyr mjøl, sukur og maizena í ein bolla og rør. Koyr síðani smørið í og morla/samla tað við fingrunum. Enda við eggjablommuni og vatninum, fyri at geva deigginum ein samanhangandi konsistens. Koyr deiggið í ein form á uml. 20×20 cm og baka mitt í ovninum í 20 minuttir.

Tak køkuna úr ovninum og lat hana kølna. Til karamellið brúkar tú kondenseret mælk, sum er søt mjólk í dós. Tú kókar dósina í tríggjar tímar og síðani er mjólkin blivin til bleytt karamell. Koyr so mikið av vatni í grýtuna, at dósin er dekkað. Lat dósina kølna, áðrenn tú letur hana upp. (Tú kanst røra eitt sindur av róma í karamellið, men hetta ger konsistensin av karamellinum bleytari). Stroy karamellið omanyvir kølnaðu køkuna. Síðani smeltar tú sjokulátu yvir vatnbað og stroyir hana omanyvir køkuna. Stilla køkuna í køliskápið í ein tíma.

Tak køkuna úr køliskápinum og sker hana í smáar fýrakantaðar bitar.

Eg havi bara eitt orð at geva hesari køkuni og tað er !!! M U M S !!! Hetta er eitt tað besta eg havi smakkað.

  

Gott vikuskifti tit!

Vælgagnist! M&K

Skriv et svar