Heimagjørdur Sitrónmáni við marcipan

Altso tit, eg fái ikki armarnar niður, aftaná at hava roynt hesa lekkru uppskriftina! Ein vinkona hjá mær fortaldi mær um hana, og segði at eg mátti royna hana, og eg so gjørdi. Eg hugsaði við mær sjálvari, at “Sitrónmáni” ljóðaði ikki sooo lekkurt, sum tað ið hon greiddi frá, og tit hugsa kanska tað sama. Tað var har, bæði eg og tit fóru skeivar, tí hetta er eitt tað lekkrasta eg havi smakkað.

Deiggið til køkuna verður gjørt í tveimum, og eg dugi væl at síggja hvat tað er sum ger konsistensin á køkuna eyka góðan. Ja, her er nemliga marcipan í!! Mums!

Vit fara beint í gongd.

Tilfar

1. deiggj

25o g smør

2 tsk vaniljusukur

125 g flormelis

100 g sukur

3 egg

2 eggjablommur

150 g hveitimjøl

1 stk sitrón (skal og saft)

2. deiggj

125 marcipan

85 g sukur

50 bleytt smør

2 egg

Sitrón glasur

200 g flormelis

Saftin av einari sitrón

Rivið skal av einari sitrón

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 180 stig.

Píska bleyta smørið saman við sukur, flormelis og vaniljusukur. Koyr eitt egg í, í senn og píska ímillum. Síðani eggjablommurnar og píska aftur. Koyr nú mjølið spakuliga í og píska aftur. Til seinast rørir tú saftina av sitrónini og tað rivna skalið saman við blandinum.

Í einum øðrum bolla, eltir tú marcipan og sukur saman við hondini. Koyr síðani eitt sindur av smørið í, í senn og tá tað er elt saman koyrir tú eitt egg í, í senn og eltur tað til tað fær ein samanhangandi konsistens.

Samla nú deiggj 1 og deiggj 2 og koyr tað í ein smurdan form við einum tvørmáti á áleið 20 cm.

Baka mitt í ovninum í áleið 50-60 minuttir. Tíðin í ovninum, kan verða sera ymisk alt eftir hvønn ovn man hevur. So hygg eftir og tá tú prikar niður í køkuna við einum knívi, og onki deiggj kemur upp við, er køkan bakað. Tó hevur hendan køkan ein heldur bleytan og saftigan konsistens, so tað bilar ikki um hon er eitt sindur “vát”.

Tá køkan er bakað, letur tú hana køla, áðrenn tú smyrk glasurin á.

Til glasurin pískar tú flormelis og sitrónsaftina saman. Ansa eftir, so tað ikki verður ov tunt, tí so rennur alt omanav. Ger tað heldur eitt sindur tjúkt og stroy tað mitt á køkuna.

Til seinast stroyur tú rivnað skalið av sitrónini oman yvir.

Nú kanst tú njóta hesa lekkru frískligu køkuna, helst saman við einum góðum drekkamunni. Og vælsignaða bjóða onkrari vinkonu framvið til hetta søta stykki. Tað eru tað hesi myrku kvøldini eru til.

M&K.

2 comments

    • Vígdis says:

      Hey Helena 😀
      Deiligt við tínari viðmerking, tí eg havi sjálvandi gloymt at skriva nær eggjablommurnar skulu í. Eg havi nú dagført uppskriftina, so nú stendur tað 😀

Skriv et svar