Heimagjørdur sjokulátaísur við marabou sjokulátu

Nú ímeðan eg eri við barn, er ísur eitt tað besta eg kann fáa. Eitt nú tí tað hjálpur uppá kvalma. Men so hin vegin, við barn ella ei, so er tað sjálvdan eg sigi “Nei takk”, tá eg verði bjóðað ís!

Hesin heimagjørdi ísurin er sooo lættur at gera, og smakkar framúrskarandi væl!!

Eg valdi at gera hesar í portiónir, men tú kanst líka væl koyra ísin í ein stóran form og síðani frysta hann. Eg havi eitt nú roynt at brúkt springform, og tað hóskar seg sera væl.

Tilfar

500 ml róma

6 pasteuriseraðar eggjablommur

125 g sukur

100 g kókisjokulátu

100-200 g marabou sjokulátu

Arbeiðsháttur

Píska sukur og egg væl saman, til tað fær ein ljósagulan lit.

Píska róman í einum øðrum bolla. Rør nú róman spakuliga saman við eggjablandinum.

Smelta kókisjokulátuna í microovninum. Minst til at røra í hvørt 15’inda sekund, so hon ikki brennur. Lat hana kølna eitt sindur áðrenn tú rørir hana spakuliga saman við ísblandinum.

Sker marabou sjokulátuna í smáar bitar. Eg havi skrivað 100-200 g av sjokulátu, tí tað er upp til hvønn einstaka hvussu nógv man hevur hug til. Ísurin er í sær sjálvum sera søtur, so um man ikki er til so øgiliga søtt, so er kanska best at halda seg til 100 g av marabou sjokulátuni.

Koyr nú marabou sjokulátuna í ísblandið, og deil tað í smáar pappformar ella í ein springform.

Set ísin í frystaran í nakrar tímar.

Fyrimunurin við at koyra ísin í pappformar, er at tú altíð kanst taka tær eina portión upp úr frystarinum. Tí eitt er sikkurt, um tú frammanundan er ísfan, so fert tú heilt sikkurt at ganga og munga eftir hesum í tíð og ótíð.

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar