Heimagjørt “Gelatte Karamell” frá Baresso


Eg eri totalt sein uppá tað. Men eg haldi at líka væl at eg havi verið fornuftig tá eg havi valt at latið vera við at roynt hendan drykkin. Fyrr enn nú.. Eg royndi mín fyrsta “Gelatte Karamell” í síðstu viku. O-M-G!!!

img_7245

Hetta smakkar so langt úti væl! Oyjøssus oyjøssus!

Tað er okkurt við hesum kalda veðrinum, sum fær meg til at fáa hug at hygga mær alla tíðina. Eg gevi mær sjálvari loyv til at forkela meg hvønn dag.. Helst við tílíkum søtum. So er tað tí tað er vikuskifti, ella tí eg havi verið røsk at lisið, ella aftaná ein langan arbeiðsdag.. You name it! (Sig bara til um tær manglar ein góðan umskyldning, so skal eg nokk diska upp við onkrum).

Náhh, tá eg kom heim, fór eg beint at googla hvussu eg kundi fáa fatur á hesum drykkinum eitt sindur oftari, uttan at skula gjalda 50 kr.

Jú mín sann, eg fann eina uppskrift og hon er seeera einføld. Eg havi ikki bara roynt hana einaferð, neinei, tveir dagar á ræð. So tríggjar ferðir uppá eina viku. Flott Vígdis! Tað veit denn, eg havi næstan verið so røsk at eg havi uppibori ein afturat! Haha..

Náhh, men skemt til síðis, so tú kanst sleppa at njóta hendan dreymin saman við mær.

Tilfar til tveir persónar:

Karamellsós

6 ísterningar (knústar)

2 dl av mjólk

300-350 g av vaniljuísi

1 tsk av vaniljusukur

Róma

Sjokuláta drúss

Koyr ísterningar, mjólk, vaniljuís og vaniljusukur í ein blendara. (Eg brúkti okkara smoothie blendara). Koyr karamell upp og niður eftir glasinum og stoyt ísblandið í glasið. Píska róman og koyr mongdina tú ynskir omaná ísblandið. Dryssa sjokuláta drúss omanyvir róman.

Nú er klárt at njóta hendan sukursøta drykkin. Hetta kann saktans eisini nýtast sum ein dessert! Mums mums mums!!

Enjoy og góðan leygardag til tín

M&K

Skriv et svar