Heimagjørt Toblerone

So var hann aftur her, sunnudagurin! Eg veit at eg altíð haldi tað verða rúm til svans og hugna, men tað er torført at broyta hendan hugsunarháttin. (Trúgv mær, eg havi roynt). Men so aftur hin vegin, hví ikki gera lívið eitt sindur hugnaligari? Alt kann verða hugnaligt um vit veruliga ynskja tað. Nú er tað eisini ymiskt, hvat vit binda við hugna. Fyri meg er matur ofta onkursvegna ein partur av hugna, og tað haldi eg vera í fínasta ordan.

So í dag fara vit at gera heimagjørt Toblerone!! Ohh dear! MUMS!

Tilfar

160 g sukur

80 g siropp

80 g smør

2 tsk natron

150 g mandlur

500 g sjokuláta

Arbeiðsháttur

Vit byrja vi at gera “karamellið”, sum er tað sum knasar. Ger eitt fat klárt, við bakipappíri. Her skal karamellið í, tá tað skal í køliskápið.

Koyr sukur, siropp og smør í eina grýtu og hita tað við lágum spakuliga. Tú mást ikki røra í grýtuni, men lat tað bobla til tað hevur ein gyltan lit. Hetta kann taka umleið 20-30 minuttir. Síðani tekur tú grýtuna av plátuni og stroyur natron omanyvir, og rørur tað saman við einum pískirísi. Stoyt nú karamellið í fatið, uttan at røra víðari í tí og lat tað køla í 2 tímar, til tað er blivið hart.

Koyr mandlurnar á eina bakiplátu og set tær í ovnin í 45 minuttir á 120 stigum. Tak tær síðani úr ovninum og hakka tær í bitar, men ikki alt ov smátt.

Brót sjokulátuna í smáar bitar og smelta hana yvir vatnbað. Tað er upp til tín, um tú brúkar ljósa, myrka ella hvíta sjokulátu. Eg brúkti her ljósa og hvíta sjokulátu. Eg trúgvi eisini at tað er lekkurt, at blanda eitt sindur av myrkari uppí.

Hakka nú karamellið og koyr tað í ein bolla, saman við mandlunum. Stroy nú sjokulátuna omanyvir og rør tað spakuliga saman. Síðani skal tað í eitt fat og í køliskápið, til tað er blivið hart.

Tak tað út og sker tað spakuliga í smáar bitar. Nú er klárt at royna hesar lekkru jassarnar!
(Annars, so er mín nýggja krukka, á myndini, frá Bloomingville, og eri smask pladask forelskað í henni!!! Wauw wauw! Ikki so galið at arbeiða í Plint, millum allar vøkru vørurnar, sum onkuntíð eisini sleppa heim við til okkum).

Hetta heimagjørda toblerone smakkar sooo væl!!!

M&K

 

Skriv et svar