Yndis bolladeiggj

Tað er altíð deiligt og hugaligt at fáa nýbakaðar bollar ein sunnumorgun. Eg havi prøvað nógvar ymiskar uppskriftir til bolladeiggj, men hendan er uttan iva mín yndis. Tað er okkurt serligt yvir sunnudøgum. Teir kennast øðrvísi enn hinir dagarnar. Tá eg eri í Føroyum, hoyri eg gudstænastuna buldra uppiá hjá mammu, og tá er onki at ivast í, hvør dagur tað er. Eg haldi sum heild, at fólk eru eitt sindur róligari sunnudagar. Man gevur sær stundir at slappa av, og hugna saman við familjuni. Hví ikki byrja hugnaliga dagin, við morgunmatar borðið.

Hendan uppskriftin kann brúkast til bollar ella eitt stórt breyð. Eg havi eisini brúkt tað tá eg havi flættað smá breyð afturvið suppu ella salati.

Uppskrift til 20 bollar

50 g ger

2,5 dl vatn

2,5 dl mjólk

100 g olju

50 g sukur

1/2 tsk salt

1 egg

uml. 900 g mjøl

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 175-200 stig.

Stoyt vatnið og mjólkina í ein bolla og tryggja tær at tað hevur rætt hitastig (lunka). Morla gerina í og rør. Koyr síðani sukur, olju, egg og salt og rør síðani aftur. Til síðst koyrir tú mjølið í og eltur deiggið.

Lat tað síðani ganga í 30 min.

Nú kanst tú velja um tú rullar deiggið í bollar, smáar flættur ella eina kanska eina stóra flættu (fransbreyð). Bollarnir og smáu flættirnar skulu hava 10-15 minuttir í ovninum og stóra breyðið skal hava uml. 25 minuttir.

Til flættaðu breyðini plagi eg at koyra salt, oregano og annað kryddarí á. Eisini er lekkurt at stroya eitt sindur av osti omanyvir.

Hetta deiggið er soooo lekkurt. Ikki turt, bara bleytt og fast og deiiiiligt! Mums!

Vælgagnist!

Eg vóni tit hava haft eitt gott vikuskifti, og at tit koma at njóta hendan sunnudagin.

M&K

4 comments

    • Vígdis says:

      Ja eg haldi so við. Tað hevur kanska eisini okkurt at gera við, at flestu handlar ikki hava opið sunnudag heima. Í Danmark kennist sunnudagurin, sum ein eyka leygardagur, tí alt er opið 🙂

      • Anja says:

        Vit búgva í Norra í løtuni og her alt stongt, sunnudag. Haldi tað er so lekkurt, tað er róligt og friðaligt og man fær lada upp til næstu viku.
        Annars tú hevur mega coolan blogg. Nå men eg fari at gera twix

        • Vígdis says:

          Tað ljóðar virkuliga deiligt Anna, og eg eri púra samd 🙂
          Túsund takk fyri, ordiliga deiligt ta hoyra! 🙂 Vónandi gekk tað væl við Twixunum 😉

Skriv et svar