Hekklað kanin til gentuna

Tað er nokk so stuttligt við heimagjørdum leikum, bamsum og øðrum til børnini. Eg eri hvussu er viðhaldsfólk av kreativum “ger tað sjálv” verkætlaðum, og haldi tað verða so spennandi at skapa.

Nú er eitt sindur síðani eg gjørdi hesa fittu kaninina. Eg eri bestemt ikki nøkur heklidrotning, (ja, tað er aftur trupulleikin við at lesa uppskriftir, sum heldur mær aftur). Men hesa vildi eg gera! So eg fekk eina vinkonu, at fortelja mær hvat alt meintist við og hugdi so hvussu eg gjørdi ymsu maskurnar á youtube. (leita eftir “crochet”, so kemur nógv fram).

Eg fann uppskriftina uppá Edith Kanin HER. 

Nú haldi eg faktiskt at hendan kaninin var rættiliga løtt at gera, so skjótt eg fekk gongd á. Eg gjørdi fyrst tvær smáar (sum uppskriftin sigur), síðani gjørdi eg eina sum var tvær ferðir so stór (hendan á myndini). Eg tvífaldaði bara uppskriftina, og tað gekk bara heilt væl.

Uppskriftin er góð, men eg haldi at høvdið fær ein undarligan form, um man fylgir hasari uppskriftini. Tað blívur so ræðuliga stórt. So tá eg heklaði høvdið og kom til hetta stykkið í uppskriftini: “Omg 9 – 18: 1 fm i hver m“, valdi eg at gera einar tríggjar-fimm umgangir ístaðin fyri nýggju. Hetta havi eg gjørt við stóru kaninina, og haldi at høvdið hóskar seg væl til restina. Kanska eg kundi havt gjørt beinini eitt sindur stytri, men eg haldi at eg lati hana hana hava hasi lekkru model beinini í frið, og leggi mína øvund burtur, haha..

Niðurdeilin til kaninina heklaði eg eftir hugflogi, so hon ikki skuldi verið so køld.

Nú haldi eg at hon gleðir seg, at fáa selskap í songini.

M&K

Skriv et svar