Hepni vinnarin av oyringunum er funnin!

Tað veit denn, er tað longu 3.sunnudagur í advent??? Eg skilji ikki hvar tíðin fer. Hon flýgur av stað! Og tað kann bara verða tekin uppá at eg eri við at blíva gomul. Tí fyri nøkrum árum síðani var desembur mánaðin soo langur at koma í gjøgnum. Tað var so leingi at bíða til jólaaftan. Brádliga eru tað minni enn tvær vikur. Altso hetta er ein deiligt tíð (minus at okkara royndir liggja beint uppundir og beint aftaná jól).

Hetta mugu vera fyrstu jólini har eg sjálv ongan kalendari havi haft. Ongan sjokulátakalendara, ongan pakkakalendara og onga adventsgávu. (Adventsgávuna royndu eg og sjeikurin 1. sunnudag í advent, men tað bleiv niðurlagt). Gott er.. Eg kenni meg gleða sjálvt uttan kalendara, wuhuuuu! Tað má vera eitt gott tekin!

 collage-16

Náááh, men nú eru tit nakað spentar! Altso eg eri fullkomiliga ovfarin av stóru undirtøkuna hesa vikuna. Yvir 400 hava luttikið í kappingini um vøkru oyraringarnar frá Ragnhild Dam Jewellery. Túsund, túsund takk! Vit høvdu so sanniliga ynskt at tit allar kundu fingið hvør sítt par, men tað veit denn, den går ikke.

Vit hava funnið ein hepnan vinnara og sum altíð er tað fullkomiliga tilvildarligt hvør vinnarin er, tí eg brúki nemliga eina heimasíðu sum trekkur lut fyri meg.

Vinnarin hesuferð bleeeeeeiv… ihhh spennnandi!

 Sheila Lið Joensen! 😍

screen-shot-2016-12-11-at-14-09-12

Hjartaliga tillukku við vinninginum Sheila. Tú kanst seta teg í samband við SukurSøtt fyri at hoyra nærri um hvussu tú fært fatur í vinninginum. Vónandi verður tú glað fyri oyraringarnar frá Ragnhild Dam Jewellery.

img_7934

Til restina av okkum, sum eisini ynskja okkum hesar vøkru oyraringarnar, men sum ikki vóru líka hepnar sum Sheila í dag, so vita vit at teir kunnu keypast í Østrøm og privat frá Ragnhild Dam.

Í komandi viku verður seinasta kappingin í Adventskalendarinum hjá SukurSøtt, og eg kann lova so mikið at vit enda við einum ordans braki.

Vónandi fáa tit ein framhaldandi góðan sunnudag.

M&K

Skriv et svar