HJÁLP! “Lesa? Nei.. Heldur alt annað!”

The story of my life!

img_5200

Eg elski mín lesna, men viðhvørt er tað so møtumikið at fara í gongd við skúlatingini, at eg heldur lati vera. Hetta er ikki gott.. Men hvat vanta tey? 300 síður at lesa um vikuna. Á enskum.. áhh harra jesus. Viðhvørt vil eg bara grava meg niður. Helst tá eg bara havi hug at gera ALT annað enn tað eg burdi.

Eg plagi at siga tað.. So leingi man er í gongd við hægri lesna, so skal man duga at liva við einari áhaldandi ringari samvitsku. Ein dag sum í dag, etur hendan samvitskan meg upp. So sjálvt um eg ikki lesi, klári eg heldur ikki at gera nakað annað, tí eg bara hugsi um tað eg burdi gjørt.

Eg eri ikki tann einasta sum havi tað soleiðis ha? Please sig nei! 

Eg eri heldur ikki nakar lesihestur.. Eg havi ongantíð verið ein av teimum sum ynskti sær bøkur í jólagávu osf. Nei, eg vildi heldur hava fløgur, klaver, mp3’spælara! Nú hugsi eg “Hví læs eg ikki meira tá eg var yngri?” So hevði tað kanska verið hugaligari nú.

Eg øvundi teimum ið sita og hugna sær við einari bók. Tað sær út til at rigga soo væl hjá teimum. Tú veist.. myndin av einari gentu sitandi í einum bleytum lenistóli, við einum teppi, stórum koppi av the. Har situr hon.. væl nøgd og hvílur. Livur seg inn í verðina, sum bókin dregur hana við í.

Ohh dear.. hatta verður ongantíð eg! Eg havi tað trupult við at halda fokus í langa tíð á gangin og tí fellur tað mær lættari at gera okkurt kreativt og kroppsligt. Eg fangi meg í at hugsa um so nógv snedugt ímeðan eg lesi. “Hov, so havi eg lisið eina hálva síðu, uttan at hava meira enn eina hóming av hvat hetta dróg seg um”. Og so má tað lesast umaftur. Soleiðis koyrir tað í ring.

Men eg VIL hava hesa útbúgvingina, so eg má býta tað í meg. Eg dugi ikki at síggja meg gera nakað annað og kundi ikki hugsað mær at givist. Tað skal nokk ganga. Tað verður stuttligt tá eg eri liðug, og kann gera tað sum eg brenni fyri.

Hava tit nøkur ráð til hvussu man lættari kann halda fokus tá man lesur? Hvussu gera tit? Tað hevði verið fantastiskt at fingið at vita. 

Vónandi hava tit haft eitt gott vikuskifti.

M&K

Skriv et svar