Hjálpartól til døgurðaætlan

Nakað, ið eg ofta hoyri verða ein afturvendandi trupulleika hjá familjum, er tann vælsignaði døgurðin. Tað er sami spurningur hvønn dag: “Hvat skulu vit eta til døgurða í dag??” og samstundis gerst hesin posturin eisini alsamt dýrari, tí vit enda við at keypa inn fleiri ferðir um vikuna og/ella kanska hvønn dag. Ein ónd ringrás, sum blívur við at mæla runt og runt. Hví er tað so torført at finna útav hvat man skal hava til døgurða? Til tíðir haldi eg, at ein orsøk er, at man er troyttur (kanska eisini svangur) og ikki klárar at hugsa klárt. Tað skal bara verða okkurt skjótt og lætt..

Vit hava onkuntíð roynt at gjørt okkum eina vikuliga døgurðaætlan, og hava altíð verið sera glað fyri tað. Vit hava sett okkum niður sunnudag, og funnið útav hvat meny’in skuldi innibera komandi vikuna. Onkuntíð hava vit býtt tað upp í tvey, soleiðis at vit sunnudag, avgera hvat vit eta mánadag-hósdag, og at vit so aftur hósdag avgera hvat vikuskiftið skal bjóða uppá. Soleiðis keypa vit eisini inn tvær ferðir um vikuna, ið ger at vit spara nógvan pening.

Meiningin við at gera eitt tílíkt yvirlit, er fyri at minka um dagligu strongdina og frustratiónina. Við hesum skemaðnum, sleppur tú undan at skula taka støðu dagliga, og trúgv mær, tað er soo deiligt. Tá kanst tú heldur brúka orkuna uppá parforholdið, børnini og annað.

Niðanfyri, síggja tit nøkur skema. Tað fyrsta havi eg gjørt til okkum, sum eina áminning og eitt yvirlit yvir hvørjar døgurðarættir okkum plagar at dáma. Hetta yvirlitið hjálpur, tí tað er torført at minnist alt hetta í høvdinum. So Sunnudag, tá vikuliga døgurða ætlanin skal gerast, taka vit hetta arkið fram og finna síðani hvørjar døgurðar vit hava hug til. Eisini plaga vit at hyggja í tilboðsbløðini, soleiðis at vit eisini kunnu skipa tað eftir hvat er á tilboð júst hesa vikuna.

Eg havi eisini viðlagt eitt tómt ark, sum tit kunnu taka niður, og síðani fylla út sjálvi, við yndis døgurðarættum, úr tykkara húsarhaldi.

 

Tóma arkið, ið tú sjálv kanst fylla út, kanst tú taka niður á telduna og printa út, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

TAK ARK NIÐUR HER.

Síðani kemur hetta arkið niðanfyri, sum skal fyllast út vikuliga. Her kanst tú skriva hvør vika tað er og síðani gera eitt yvirlit yvir hvussu tykkara persónliga døgurða ætlan skal síggja út.

TAK ARK NIÐUR HER

Er hetta nakað tú fert at kasta teg út í ella kennist hetta roksut fyri teg? Lat meg endiliga hoyra, hvussu tit gera og hvat riggar væl og minni væl í tykkara húsarhaldi.

M&K

Skriv et svar