Hugskot til sjúklingin

Åhh nooooy! Ikki beint nú.. eg havi hvørki hug ella tíð til at blíva sjúk, beint nú.

Sjeikurin var sjúkur í síðstu viku, og nú bleiv tad mín túrur.. Wuhuu! Ofta hugsar man, “Áhh tad hevði verið lekkurt at ligið heima í dag”, men altso, at liggja sjúkur heima, er ikki tað sama. Man er rotin, ynkiligur, tekur synd í sær sjálvum, suffar og puffar. (Tó haldi eg at mannfólkini eru eyka ynkelig, tá tey eru sjúk! haha.. er tað bara eg sum haldi tað??)

Nåhh.. men hvat skal man gera vid hetta? Ofta ger man tað verri enn tað er. Sjálvt um tú ikki ert 100%, so er tú kanska 40%, og tad kann man eisini koma langt við. Her eru nøkur rá, sum eg haldi ofta hjálpa einum til, at fáa okkurt avskaftið, sjálvt um man er illa fyri.sjuk collage

  1. Ein túr undir heita brúsu, ger so ongantíð støduna verri. Tá fær man skola eitt sindur av sjúkuni av. (Tað billi eg mær hvussu er inn)
  2. Royn og et okkurt, sjálvt um tú ikki hevur matarlyst. Og neii.. ongin er á slankikur, tá man er sjúkur! So alt er loyvt.. Nutella, kakao, sodavatn, kips.. uha, nú fór eg at munga!
  3. Tvinga teg sjálvan at gera okkurt, so tú ikki baaara liggur og dasar. Man kan fáa nógv ornað á telduni, ímeðan man situr í songini. So svara mailum, les tídindir, rudda í myndum ella ring til onkran, sum tú hevur skula ringt til, men sum tú ikki hevur haft tíð til.
  4. Um tú ert lesandi, royn so í hvussu er og hygg uppá tað, sum tú missur hendan dagin í skúlanum. So er tað ikki eins tungt, tá id tú kemur aftur í skúla.
  5. Les í eini bók ella bløðum sum tú hevur liggjandi. Um tú ikki orkar at lesa, kann man finna ljóðbøkur at lurta eftir.
  6. Forkela teg sjálvan vid góðum tónleiki.
  7. HER KEMUR ROSINAN Ì PYLSUENDANUM ! Netflix, Viaplay og you name it.. Fanga seinasta partin av yndisseriuni. Hygg eftir einum gomlum filmi, sum fær teg at føla teg væl. Vel eina góða dokumentar, sum tú hevur ætlað at hugt eftir.

At liggja sjúk, nytist ikki at verða ein dagur sum dettur burturmillum. Tú kanst eisini fáa nógv gjørt. Tú kanst leggja teg (aftur) í songina um kvøldið, vid tí í huga, at tú faktiskt hevur fingið nakað burturúr.

Um tú hevur okkurt gott rá, at leggja afturat, so eg bara at tjumma eina viðmerking inn 🙂

Gódan bata! M&K

Skriv et svar