Hvat goymir seg handan 4.lúku?

Eg klári næstan ikki at trúgva, at vit longu eru komin til 4.lúku. Altso hetta vil siga, at jólahalløjið næstan er yvirstaðið!? Áhh neeeiiii, eg kundi haft jól alt árið.

Men vikan upp undir jól, er næstan altíð tann mest hugnaligi parturin av høgtíðini. So hana gleði eg meg at njóta. Eisini havi eg goymt eitt brak av einari lúku, at enda Adventskalendaran við.

Ja, tað er onki minni enn eitt vikuskiftis uppihald fyri tveir persónar á HOTEL SKÁLAVÍK.

Lekkurt ha? Ímynda tær at sleppa burtur frá eitt vikuskifti í januar. Bara at slappa av og njóta vakra umhvørvið í Skálavík. Ja, eg haldi at har er fantastiska deiligt. Nú havi eg møguliga eisini, eitt serstakt tilknýti, tá eg bæði havi verfamiljuna har, og vit fyri fáum mánaðum síðani hátíðarhildu okkara stóra dag á hotellinum.

Hotellið er ótrúliga lekkurt. Vit búðu á einum av teirra hotelkømrum alt brúdleyps vikuskiftið, og har var onki, ið manglaði. Útsýnið er fantastiskt, har er snotuligt innrættað og starvsfólkini ótrúliga fitt.

Tað er eisini okkurt serstakt við, at man enn má umborð á Teistan, fyri at koma fram til Sandoynna. So er man har í frið, og onki við at koyra aftur og fram. Men hóast Sandoyggin ikki er so stór, so er nógv hugnaligt at uppliva hóast alt.

Tú kanst lesa meira um HOTEL SKÁLAVÍK HER
Kappingin byrjar sum vant á facebook síðuni hjá SukurSøtt í morgin, og vinnarin verður kunngjørdur sunnudagin.

M&K

Skriv et svar