Hví skriva vit tað, vit ikki tora at siga?

14045081_10154513084913856_524928120_oVit sótu ein dag og snakkaðu um hvussu nógv fólk skriva til hvønn annan, sum tey aldrin høvdu funnið uppá at sagt. Tað verður snakkað nógv um, hvussu nógv keðiligt verður skrivað ímillum fólk á sosialu miðlunum, men nú hugsi eg eisini um tað mótsætta. Fólk hava lætt við at skriva hvussu góð tey eru við vinfólk og familju, men hava sera trupult at fáa tað sagt í veruleikanum. Hetta er eitt sindur undarligt, tí hví skulu vit ikki tora at siga eina kærleiksváttan, men tora at skriva hana. Hvat er tað vit óttast? Hví kennist tað ikki eins gott at siga tað, sum at skriva tað. Royn eisini og hugsa um hvussu tú lesur okkurt, sum onkur skrivar til tín. Eg havi funnið útav at eg havi ymiskar stemmur til hvønn persón. Um mamma skrivar okkurt til mín, so lesi eg tað við einari stemmu, sum slett ikki ljóðar sum mamma. Tað er sum, at eg gevi fólkunum rollur, sum kanska slett ikki passa til tey. Eg sleppi jú sjálv at tolka tað tey skriva. Men hvat er tað sum vit skriva og ikki tora/duga at siga? Vilja vit gjarna verða tann persónurin, sum vit eru tá vit skriva? ella er hetta bara ein facada? og hví tora vit ikki at siga tað sum vit skriva?

Misskilji meg ei, eg elski at skriva og haldi tað verða fantastiskt at fáa tankar og hugskot niður á pappír. Tá eg snakki um vansarnar við, at nógv verður skriva ístaðin fyri sagt, so meini eg við tí persónligu samtalurnar ímillum fólk

Tá vit skriva eitthvørt, kunnu vit verða júst tann persónurin sum vit ynskja. Eg veit eisini frá egnum upplivingum, at eg gott kann skriva væl við onkrum persónum, sum eg so næstan ikki kenni aftur tá eg síggi viðkomandi, tí persónligheitin er so ymisk á skrift og í veruleikanum, at tað slett ikki hongur saman.

Ein annar trupulleiki við at skriva ímillum sín, eru allar misskiljingarnar. Nøkur brúka smileys og onnur ikki. Eg kann halda at onkur hevur gron, um viðkomandi ikki koyrir nakað smiley á, bara tí eg sjálvt altíð geri tað. Tað er eisini nógvur munur á hvussu man sjálvur lesur okkurt man hevur skrivað, í mun til hvussu móttakarin lesur tað. Tað er millum annað torført at fáa sarkasmu og humor á skrift, tí tónin á stemmuni fylgir ikki við.

Tað eru ótrúliga nógvir fyrimunir við nýggju tøknini, sum vit hava í dag og tað er fantastiskt at hava møguleika at hava samband við fólk í øllum heiminum. Fyri meg er tað sjálvandi eisini ein stór gleði, at hava møguleikan, at røkka út til so nógv uppá sama tíðspunkt, við SukurSøtt. Flestu av okkum kenna eisini til hvussu lekkurt tað er, at sleppa undan at skulu ringja ella tosa, tá man hevur ein ringan dag. Tá er hent at kunna skriva eini boð. Eisini eru tað nógv, sum hava lættari við at orða seg á skrift enn munnligt. Man hevur jú betur møguleika at hugsa seg um, áðrenn man svarar á skrift osf. Tá tað so er sagt, haldi eg at hetta kann koma at hava negativa ávirkan á kropsligu komunikatiónina ímillum menniskju, tí vit fara at gloyma hvussu man tosar saman í veruleikanum. Eg hoyri enntá nøkur siga, at tey kenna seg mest sosial, tá tey eru online.

Sum tit kanska síggja, so haldi eg at tað eru nakrir vansar við at man nú skrivar so nógv ímillum sín. Skriftin hevur ofta lítið av persónligheit og nærveru. Mær dámar betur at tosa, heldur enn at skriva. Tað kennist altíð sum ein frástøða er ímillum tá man skrivar og tað kemur ongantíð at verða tað sama, sum at snakka við ein, sum stendur framman fyri tær. Men hetta er framtíðin og tað mugu vit taka við okkum. Tó haldi eg at tað er umráðandi at vit minnast til at verða trúføst ímóti okkum sjálvum og royna ikki at skriva nakað, sum vit ikki høvdu sagt í veruleikanum. Persónurin á skrift, skal helst verða tann sami persónurin, sum er í veruleikanum. Eg trúgvi eisini at vit høvdu verið glað og stolt av okkum sjálvum, um vit eisini høvdu torað at sagt tað, sum vit bara tora at skriva. Eg fari at royna at trýsta meg sjálva, til at gera meira av hesum. Kanska tit hoppa við uppá vognin.

Eg ynski tykkum ein góðan sunnudag.

M&K

Skriv et svar