“Hvør skapti blómurnar, blómurnar, blómurnar?” Hesuferð var tað ikki Gud

Endiliga eydnaðist tað!

img_5954

Eg havi arbeitt fram ímóti hesum úrslitinum í eina viku. Eg fekk hugskotið til mín blómuvegg á netinum. Tann blómuveggurin var tó væl flottari og hevur nokk kostað fleiri túsund krónur. Eg havi væl at merkja, ikki fleiri túsund krónur til veggjaprýði, og valdi tí at finna mína egnu loysn. Hetta hevur tikið nógvar, nógvar tímar og eg havi enntá havt ilt í rygginum onkur kvøld. Eg eri heldur ikki tað tolnasta menniskja, so eg havi fleiri ferðir viljað givið upp, men eg kláraði at hanga í. Har eru umleið 1200 kaffifyltur uppiá hasum vegginum! 1200!!! Tað bleiv til 400 rósur. Harra jesus! Men eg eri soooo glað fyri mín heilt egna blómuvegg og so stolt av at eg havi gjørt hann púra sjálv. Tað var alt stríðið vert. Wuhuuuuu!!!

img_5648

Um tú eisini hevur hug til at gera tær ein blómuvegg, so fært tú brúk fyri hesum:

– Kaffifyltur

– Fruktfarvu

– Límpistól

– Net

Arbeiðsháttur

Koyr vatn í eina skál og blanda við tí fruktfarvuni tú hevur valt. Trýst kaffifyltrini í vatnið, til farvan er komin á. Vind vatnið úr. Um tú vilt hava hvítar blómur, koyr so fyltrini í reint vatn, tí tað er lættari at arbeiða við kaffifyltrunum tá tey eru vát ella fuktig. Tað er ikki neyðugt at bíða til fyltrini torna, tú kanst fara í gongd beinan veg.

img_5408

img_5649

Tú brúkar trý fyltur til hvørja blómu. Tak í niðara endan á fyltrinum og snúra endan saman. Koyr tað síðani niður í næsta og triðja fyltrið, og snúra endan saman, soleiðis at blóman “sprettur”. (Ger so hetta í 20 tímar, fortel mær so hvussu stuttligt tað er! Hehehe…tvætl!) Men jú so er bara at hanga í, til tú hevur gjørt so nógvar tú skalt brúka.

img_5753

Tá tú hevur gjørt allar blómurnar, skulu tær festast á netið. Eg keypti, ella faktiskt var tað sjeikurin hjá mær, sum var so fittur at fara fyri meg. Hann keypti eitt net sum hevði umleið 1-1,5 cm hol. Eg trýsti endan á blómuni inn í holið og trýsti endan út aftur ígjøgnum holið við síðunar av. Síðani brúkti eg límpistólini, til at festa endan á blómuni, so hon nærum bleiv krøkt um netið. (At festa blómurnar, er faktiskt tað stravnasta av allari blómu verkætlanini). Tá eg hevði fest allar blómurnar á netið, var tað so tungt, at eg næstan ikki kláraði at heingja tað upp sjálv. Eg skrúðaði tvær skrúður í veggin sjálv, men kláraði ikki at halda javnvágini í miðjuni, so tá mátti eg biðja um hjálp! Hann sjálvur (mín heilt egni handyman) var skjótt klárur.

img_5927

Eg havi ikki sæð fittari. Fyri tað fyrsta at hann hevur lovað mær at gjørt ein blómuvegg í okkara heimi. Fyri tað næsta at hann tímur at hjálpa mær! Fitt er tað. Náhh…Back to business!

So eg brúkti skrúður til at heingja netið upp við. Tað var tað einasta sum kláraði at halda vektini. Tá netið var komið upp, var bara eftir at festa tað í síðunum og at klippa tað netið av, sum var til yvurs.

img_5954

Yayyyy!! I did it!! Wauwww! Og eg kann altíð taka hann niður og heingja hann aðra staðni, um eg verði troytt av honum. Men eg eri ordiliga væl nøgd við úrslitið!

Kanska tit fingu íblástur frá hesari verkætlanini. Um tit eisini fara í gongd, so hevði tað verið ordiliga stuttligt at sloppið at sæð tykkara tulking av blómuvegginum. So vís mær endiliga!

M&K

2 comments

  1. Bjørg says:

    Sum hatta er flott! 🙂 Tað er so stuttligt at lesa á blogginum hjá tær. Eg búgvi eisini í Aarhus, og tað er so hugnaligt at “síggja” býin gjøgnum eyguni hjá onkrum øðrum 🙂

    • Vígdis says:

      Túsund takk fyri Bjørg, ordiliga deiligt at hoyra 🙂
      Okey, kul at tú eisini býrt her 🙂 Aarhus er ein so deiligur býur. Her er altíð so nógv hugnalig tiltøk at fara til, so eg jolly mær bara. Vónandi trívist tú eisini væl 🙂

Skriv et svar