“Hvørjum hevur túúú pyntað teg fyri í dag??”

“Oyjøssus navn, tú ætlar ikki einki!”

“Hvørjum hevur túú pyntað teg fyri í dag?”

“Tað er øgiligt sum tú hevur riggað teg til í dag”

IMG_2026

Kenna tit til hesar setningarnar? Eg geri í hvussu er, og haldi faktiskt, at teir eru mega irriterandi. Eg veit ikki hvat man vil við hesum setningunum. Tað kann væl vera, at viðkomandi meinar, at man sær gott út, men tónin sigur líka sum “Altso, hví tímur tú at brúka so nógva tíð uppá tína útsjónd, tín kleyna???”.

Tað innasta plaggið

Lat meg líka sláa fast, at um man ikki hevur tað gott sálarliga, so er tað fullkomiliga líka mikið, hvussu man sær út uttaná. Eg haldi túsund ferðir heldur, at ein fyrst og fremst skal nýta tíð og orku, uppá at hava tað gott á innasta plagginum. Nemliga sálini. Um ein kennir seg væl innan, so hevur ein orku og hugflog, til at gera okkurt eyka burturúr sínum uttasta lagi.

Ja, mær dámar væl at vera í penum klæðum, lita hárið, leggja smynku á osf. Fyri meg er tað stuttligt og ein stórur partur av mínum kreativiteti. Eg eeeeelski at síggja fólk, sum hava gjørt okkurt burturúr sær. Eg haldi tað er so lívsjáttandi. Helst tá persónligheitin onkursvegna skýnur ígjøgnum. Men tað tykist sum um, at hetta ikki altíð verður hildið verið nakað positivt.

Eitt lítið samfelag

Eg havi millum annað onkra vinkonu sum sigur “Hatta er sooo kul, men hatta hevði eg ikki torað at farið í, í Føroyum”. Haaa?? hví ikki?? “Tí tað kennist sum um, at um man ger okkurt útyvir tað vanliga, so halda fleiri at man heldur seg verða okkurt meira enn hini, ella at man ger tað fyri at skríggja eftir uppmerksemi”. Útsjóndin er jú tað fyrsta ein sær, tá ein møtir fólki. Tískil blívur hetta eisini, tað fyrsta sum onnur døma ein útfrá. Hetta hevur bæði jaligar og neiligar síður við sær. Men hetta skal ikki halda einum frá, at úttrykkja sín kreativitet ella at lata seg í tað man hevur hug til.

Tað kann ikki passa, at man ikki skal kunna lata seg í tað man hevur hug til, uttan at verða bangin fyri, at fólk halda, at man heldur seg vera. Men eg gevi henni rætt. Eg havi eisini havt handan tankan nakrar ferðir, at tað ikki verður hildið verið so jaligt, sum eg haldi, at tað burdi.

Eg minnist væl aftur á, tað tíðina vit framførdu við Faroe5. Tá hoyrdu vit alla tíðina, at vit hildu okkum verða soo kular, og vit gingu runt sum nakrar primadonnir. Hetta minnist eg onki til, men havi onkuntíð hugsað, at tað hevur havt okkurt við tann mátan vit vóru ílatnar. Vit vóru kanska í klæðum man legði merki til, og hárið var stórt og onkuntíð høvdu vit kanska havt andlitið ov leingi niðri í smynkupunginum. Men hetta var eisini ein partur av tí kreativa, sum hoyrdi til.

Nú skal eg ikki koyra allar føroyingar í ein bólk. Men eg haldi kanska sum heild, at vit eru skjót at døma onnur. Jantelógin spælir, eftir mínari meining, ein alt ov stóran leiklut í tí føroyska samfelagnum. Er tað tí at samfelagið er so lítið og øll vita hvør hvørannar er? Skuldi hetta ikki verið ein fyrimunur? Skuldi vit ikki stuðla hvørjum øðrum meir?

Hví gera nakað burturúr útsjóndini

Um eg kundi bestemma (áhh gud, tað kann eg jú sjálvandi), so hevði eg verði ílatin, sum eg skuldi í veistlu hvønn dag. Eg haldi tað er soo lekkurt at snolla meg og føla meg væl. Men eftir hondini verður man troyttur av, at hoyra hasar setningarnar. Sum um at man er langt úti, tí man hevur brúkt 15 minuttir uppá at snolla seg um morgunin. Men hasir 15 min (ella tveir tímarnir.. haha.. nei tvætl, so galið er ikki. Men kanska 30 min) eg brúki um morgunin, gera mín dag so nógv betur.

Frá einum sálafrøðiligum sjónarhorni, so kann tað vit eru ílatin, hava stóra ávirkan á okkara lag. Tað eru kanningar gjørdar, sum vísa at um man hevur latið seg pent í, so hevur ein meira sjálvsálit tá man fer út um hurðina. Eisini verður stórur dentur lagdur á, at onnur síggja teg, práta við teg og hoyra teg á ein øðrvísi hátt um tú sært nossligur út. Um tú ert í reinum, stroknum klæðum, ístaðin fyri gomlum jogging buksunum og einari hálvskitnari t-shirt, síggja onnur at tú hevur yvirskot, og at tú leggur í teg sjálvan. Hetta útstrálar, at tú hevur virðing fyri tær sjálvum, og tískil virða onnur teg eisini. Men tað nyttar heldur ikki at lata seg í kjóla og høgan hæl, um tú slett ikki følir teg í tí. So tað ræður um at finna tað rætta til júst tín. Tín útsjónd er tað fyrsta fólk síggja, og um ein vil tað ella ei, so er tað, tað fyrsta fólk døma teg útfrá. Hetta er kanska eitt grunnskygt sjónarhorn, men hetta er veruleikin. Vit mugu minnast til, at talan er um fyrstahondsfatan, og her hava vit nokk øll uppliva at, okkara fyrstahondsfatan ikki altíð er eftirfarandi.

Stuðul og viðurkenning

Eg haldi at vit skulu gleðast um ymiskleikan hjá fólki. Rósa hvørjum øðrum og viðurkenna hvønn annan. Tað er líka mikið, hvat hvør er ílatin. Lat tey fáa frið at vera í, tí sum tey ynskja. Tað er teirra val. Um tú ikki hevur nakað positivt at siga um viðkomandi, lat so bara verða við at siga nakað. Tað gagnar sjálvdan nøkrum. (Uttan viðkomandi, spyyyr um tína meining).

Havi ein góðan týsdag í hesum gráa veðrinum. Eg vóni at tú lat teg í júst tað tú hevði hug til í morgun.

Eg vil gleðiliga hoyra tykkara meining um hetta evnið, so legg endiliga eina viðmerking inn!

M&K

4 comments

  1. E says:

    Hey Vígdis! Hetta er fyrstu ferð eg vitji tín blog, men avgjørt ikki síðstu ferð. 🙂
    Eg eri nokk ein av teimum, ið ofta fer í keðilig joggingklæðir og spyrji dulluttar gentur, hví tær tíma at pynta seg soleiðis.. Og orsøkin til at eg spyrji so, er allarhelst tí at eg onkusvegna eri sjalou av, at eg ikki eisini havi sama yvirskot sum “tit”. Hvør vil ikki fegin síggja gott út og útstrála sjálvsvirðing? Eg vil! Og av hesum innlegginum fekk eg hug at smyrja meg í morgin og lata meg hampiligt í, áðrenn eg fari út. Takk fyri eitt gott ‘peptalk’! 🙂

    • Vígdis says:

      Hey Ester Eg síggi nústani nú tín deiligu viðmerking, og tí svari eg so seint.
      Tað er gott at hoyra at tú fann íblástur frá innlegginum. Tað skal eisini vera í lagi at verða í joggingklæðum viðhvørt, men sum tú sjalv sigur, hvør vil ikki síggja gott út? Hvussu kendist tað tann dagin tu fekk tær smynku og lat teg hampiligt í? Var nakar munur á? Tað hevði verið stuttligt at vita Alt tað besta til tín

Skriv et svar