V Æ L K O M I N !

Hey allar samlar!

Nú skrivi eg til kvennkynið, við tí sannføring, at mannfólk ikki trysta á eina síðu ið eitur “SukurSøtt”. Men um tad skuldi hent seg, at onkur datt frammvið, so skulu tit verða hjartans vælkomnir!

Eg eiti Vígdis, eri 28 ár og búgvi í løtuni “heima í Aarhus”, sum eg plagi at kalla tað. Í summar bleiv eg gift við mínum hjartans kæra og vit gleðast um ein gerandisdag saman, sum hjún.

Mínir dagar eru altíð ov stuttir, tí hugskotini gerast bara fleiri og fleiri sum dagarnir ganga. Tískil rokist eg altíð við okkurt, helst í køkinum, men sum tit síggja á blogginum, dámar mær eisini væl alt tað kreativa, móta og ikki minst sálarfrøði. Mest av øllum stórtrívist eg, tá eg tralli eitt kuffert aftaná mær og eri ávegis út í stóru verð. At ferðast er nemliga nakað, ið verður staðfest høgt á mínum lista.

Eg fekk mær hendan bloggin, sum eitt rúm fyri øllum tí eg havi uppá hjarta. So kanska onkur av tykkum fær gagn av mínum tankum, hugskotum og øðrum eg fari at leggja út her. Eisini gleði eg meg til at hoyra hvat tykkum dámar, og hvør tykkara hugsan er, í mun til mína.

M&K

Skriv et svar