HVUSSU TÚ IKKI – stressar á jólum

Ja, vit eru í desembur mánaða, og tá eru tað nógvar (helst mammur) ið stressa meira enn gott er. Eg dugi væl at fylgja, at tað eru nógv tiltøk, ið hála í ein. Men í síðsta enda so er tað tín avgerð, um tú velur at luttaka ella ei.

Tað eru jú ikki øll, sum elska jól. Nemliga tí nøkur binda tað við stress og óneyðugt brúk av pengum.

Er tað neyðugt at keypa so nógvar og/ella stórar gávur?

Eg minnist væl, tá vit vinkonurnar ringdu til hvørju aðra jólaaftan, at siga takk fyri gávuna vit høvdu fingið. Síðani bleiv sjálvandi eisini spurt inn til hvat annað gott man hevði fingið. Her vóru tað nakrar sum fingu sera stórar gávur, sum kostaði fleiri túsund krónur. Aðrir fingu smærri gávur, men eg legði ongantíð til merkis, at tær sum fingu gávur, ið ikki vóru so kostnaðarmiklar, høvdu eini verri jól enn hinar. Tað snýr seg nemliga um, hvørji virðir foreldrini og familjan leggja í børnini. Tí tað er jú ikki prísurin á gávuni, sum er avgerandi um hvussu góð hon er ha? Nei, um man er vaksin upp við at fáa eina lítla gávu, so er hetta tað man er vanur við, og tískil sær tað sum tað normala.

So tú kanst sjálv velja hvussu tykkara jól skulu verða, við at gera tykkara egnu reglur og siðvenjur. Men um tú kennir til, at desembur mánaður ofta gerst í so stressandi, so eru her nøkur góð ráð:

Ikki lata keyp av gávum stressa teg!

  • Ver realistisk tá tað kemur til keyp av gávum. Finn útav hvussu nógvar gávur tú skalt keypa og legg eitt budget.
  • Tak eina avgerð um hvat tú skalt keypa ÁÐRENN tú fert út, ístaðin fyri at ganga og stressa í handlinum. Soleiðis verður upplivingin meira rólig, og krevur ikki eins nógva orku.
  • Eitt gott hugskot er eisini at bíleggja gávur á netinum, so sleppur tú undan jólaresinum í handlinum (og ferðsluproppunum).
  • Um tú ikki hevur fingið nakran ynskilista, keyp so eftir tínum búkfornemilsi. LAT VERA VIÐ at leggja eitt trýst á teg sjálva, at skula finna tí PERFEKTU gávuna! (tey kunnu altíð býta gávuna um)
  • Ger innkeypið eitt sindur hugnaligt, við einum túri á café ella planlegg okkurt hugnaligt heima, tá innkeypið endiliga er liðugt.

Bið um hjálp til børnini

  • Eg hoyri nógv foreldur snakka um, at tey skulu til óteljandi tiltøk við børnunum, so sum jólahugna í barnagarðinum, í skúlanum, við frítíðarítrivunum v.m. Hví ikki biða mostrar, fastrar, gubbar, gummur fara við til okkurt. (kanska tey, sum ikki sjálvi eiga børn). Børnini høvdu heilt sikkurt hildið, tað verið spennandi at haft onnur tey eru góð við, við til tílík tiltøk. IKKI verða bangin fyri at spyrja um hjálp!
  • Spyr ommur og abbar um tey kunnu hava børnini, ímeðan tit fara at keypa gávurnar. Soleiðis fáa tit sikkurt nógv meira burturúr og børnini hugna sær nokk túsund ferðir meira hjá ommu og abbunum enn í shoppingresinum.
  • Um tit ikki hava familju í nærheitini, bjóða teg so fram at passa børnini hjá vinkonuni í meðan tey orna jólares, og so kunnu tit býta um ein annan dag.

Finn tykkara máta, at halda jólini

  • Her má fyrsta punkt verða, at tú mást lata verða við at samanbera teg við nábúgvan. “Tey hava meira jólapynt í vindeygunum, fleiri ljósketir á húsunum, jólabakidag einaferð um vikuna, fleiri gestir jólaaftan, størri gávur, meira yvirskot” osf. Tey hava sín máta og tit hava tykkara máta, og onki er meira rætt enn annað.
  • Um tú ikki hevur orku til alt jólaresið, raðfest so hvat hevur stórstan týdning fyri teg og tína familju.
  • Flætta tíni/tykkara áhugamál í jólatíðina, soleiðis at tit ikki bara fylgja við streyminum, men leggja tykkara egna dám á høgtíðina.

Vónandi var okkurt her, ið kundi brúkast. Tí onki er vunnið, um man gongur stressaður øll jólini.

M&K

Skriv et svar