Hvussu tú litar og klippur títt egna hár! 1-2-3

Altso, eg veit at nógvar frisørar øtast og fáa ilt í hjartað, tá eg fortelji at eg geri mítt hár sjálv.

Misskilji meg ei, eg eeeeelski at verða hjá frisør! Altso tað er barasta soo lekkurt. Tað er nokk sjálvdan eg kenni meg so forkelaða, sum tá eg siti í stólinum og fái masserað mær hárbotnin.

Tíverri er tað soo dýrt at fara til frisør, at eg ikki havi verið í umleið tvey ár. Eg unni mær tað snøkt sagt ikki. Tó havi eg litað og klipt hárið fleiri ferðir síðani, tí eg geri tað nemliga sjálv! Hetta havi eg faktiskt gjørt í nógv ár. Umframt at lita og klippa, so seti eg eisini hár uppí. Tað noyðist ikki at verða nakar loynidómur, at eg havi brúkt extensions í fleiri ár. Hetta kemst av, at eg havi sera fínt og tunt hár. Eg hevði eisini tunt ár sum barn, men orsaka av nógvari liting sum ung, er tað bara blivið verri við tíðini.

Eg brúki tað ein kallar “cold fusion” og tað riggar sera væl til mín. Eftir royndum, er hetta tað sum fer best við mínum hárið. Eg keypi tað á netinum og seti tað sjálv í. Tað eru smáir tottar, sum hava ein mikroring har títt hár verður koyrt ígjøgnum, sum síðani ger at totturin situr fastur. Hetta er ordiligt hár, og kann tískil vaskast, slættast og annað. Eg hugsi slett ikki um, at eg havi tað í. Tað er bara blivið ein partur av mær. Eg vil sjálvandi ikki ráða nøkrum til at brúka hetta, men tað veit denn, hetta er ikki tað ringasta. Sum um tú ynskir eitt sindur av fyllu í hárið, so er hetta ein fín loysn. (sig til um tú vilt hava onkur góð tips).

Eg hevði sjálvandi ynskt, at eg ikki brúkti extensions. Men samstundis uggi eg meg við, at tað er okey at eg havi tað í. So leingi eg eri glað fyri tað, og kenni meg væl, so er tað fínt. Sjálvandi kunnu onnur siga, at man bara skal hava sítt egna hár, og lata vera við hasum tvætlinum, men tað tími eg ikki at lurta eftir. Tað eru sjálvandi tær sum javnan mugu tynna sítt hár, tí tað grør sum gras, sum koma við tílíkum viðmerkinum! (Tit eru nakrar gellir, og ána ikki hvussu hepnar tit eru!!) :*

Náhh men hetta innslagið, skuldi slett ikki snúgva seg um mínar extensions. Sama gerð, so fingu tit tað við eisini. So soleiðis sá hárið út áðrenn eg fór í gongd.

So, seint hóskvøldið fór eg at snøgga endarnar á hárinum. Teir vóru blivnir so tunnir, so tá er fregari at klippa eitt petti av. Eg havi leingið skulu keypt mær nýtt hár, men eri ikki komin so langt. (Tað má verða eitt gott tekin).  So nú er mítt egna hár, faktiskt líka langt sum alt hitt! Yayyy!!

Nógv halda tað kanska verða torført at klippa sítt egna hár. Tað er kanska eisini eitt sindur farligt at fara í gongd við, meeen tað ber til. Eg havi funnið útav hvussu ein kann klippa tað, soleiðis at tað blívur beint. (ja ikki frisør beint, meen tú veit, amatør beint). Tað riggar fínt! Ongin sær um tað er eitt lítið sindur skeift. Tað eru nógv video á youtube, har tey vísa hvussu ein kann gera. Tú finnur eitt HER

Eg havi ikki litað hárið síðani einaferð fyrst í desembur, so tað var við at verða tíð uppá. Sjálvt um mín egni hárlitur, liggur tætt at tí sum eg havi, so trongdi eg til. Eg fann útav at eg átti ein pakka av heimaliting, og eg fór so beint í gongd. Eg koyrdi tað ikki í alt hárið, tí tað gjørdi onki um endarnir vóru eitt sindur ljósari enn botnurin. Tað er soo lætt at gera sjálvur! Tú kanst síggja hvussu HER. Ja, eg veiit at ein veruliga skal ansa sær við heimaliting. Eg havi tó ongantíð uppliva nakað ovurviðkvæmi, so eg krossi fingrar fyri at eg kanska sleppi undan.

Eitt, tvey, trý! So varð eg klár at fara til París í morgin! Sær tað ikki okey út? Eg haldi tað bleiv fínasta slag 😉

So soleiðis kann eitt bráhugsi hóskvøld fara fram heima hjá okkum. So hugnaligt (og bíligt).

Hvussu gera tit?

M&K.

Skriv et svar