Í summar starvist eg í …

Mítt summarstarvIMG_2826

Áhh tað hevði verið lekkurt, at komi heim í summarferiu og sloppið undan at arbeitt. Men sum hjá øllum øðrum, so veksa pengarnir heldur ikki á trøðum hjá mær. So í apríl/mai byrjaði eg at hugsað um at søkja summarstarv í Føroyum, so eg kundi vinna mær nakrar krónur.

Í nógv ár havi eg starvast sum tænari runt í býnum. Hetta hevur mær altíð dámað sera væl, men nú helt eg at tað var tíð at royna okkurt nýtt. Eg hevði nøkur ynskir um hvat starvið helst skuldi innibera, og tað var millum annað:

  • At arbeiða við fólki, sum førir til fjølbroyttar arbeiðsdagar, tí dagurin verður ávirkaður av hvør traðkar inn á gólvið.
  • At starvið á onkran hátt var kreativt, soleiðis at tað kundi kennast øðrvísi í mun til restina av árinum, har lesnaðurin fyllur øgiliga nógv.
  • At eg kundi arbeiða í dagtímunum, so eg kundi hava frí tá hini hava frí.

Hetta førdi til at eg søkti ymisk størv, og eg fekk beinan veg bjóðað fulltíðarstarv í klædnahandlinum Events í SMS og segdi “Ja takk!”. Halla, sum eigur Events, keypti í februar barnahandilin Rákið, sum liggur beint við síðunar av Events, so eg sleppi at verða eitt sindur í báðum handlunum, og tað er super! Jú meira fjølbroytt, jú betur.

Starvið er í Havn og meðan eg eri heima í summar búgvi eg við Norðskála, heima hjá mammu og babba. So eg koyri sum oftast ímillum við bussi. Mín kærleiki fyri bussunum veksur og veksur! Tað er so undirmett hvussu deiligt tað er, at kunna seta seg í bussin og slappa av til man er komin fram, ístaðin fyri at skula koyra sjálvur. Tað einasta sum kann verða ein vansi er, at tíðirnar onkuntíð passa nokk so illa, men so kann eg hapsa eina venjing í Yndi áðrenn arbeiðstíð. Tað er í hvussu er ein góð byrjan uppá dagin.

Mær hevur altíð dáma væl móta, og eg haldi hetta er sera áhugavert at arbeiða við. Nú havi starvast í góðar tvær vikur og eg stórtrívist. Starvsfelagarnir eru fittir og tað sama kann eg siga um kundarnar sum vitja handilin. Stuttligast er tá onkur kundi spyr um hjálp. Eg fekk lokið stylist prógv í 2010, so eg kenni meg eisini trygga í rolluni, sum mótavegleiðari og bara sum heild at hava eitt eyga fyri hvat riggar til hvønn einstaka.

Tað besta av øllum – endiliga er tað pluss, at eg komi snollað til arbeiðis! Wuhuuu! Varrastiftir all day every day 😉

Hetta var júst eitt starv eg hevði brúk fyri í summar. Tað er altíð okkurt at gera og eg sleppi ordiliga at útfolda míni kreativu evnir. Fantastiskt. So um tær manglar okkurt lekkurt at fara í í summar, so er bara at koma og vitja. Eg vil fegin hjálpa! 😀

M&K

Skriv et svar