Íblástur – jólaprýði til heimið

“Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í Føroyum. Nú er stund at gleða seg, tí jólini nærkast í hvørjum”

Áhhh eg eri enn, sum eitt barn á jólum. Eg vil siga, at eg havi hildi mær frá at pyntað í allan oktobur mánaða. Men so skjótt vit komu inn í novembur, so tók eg jólaeskjuna fram. Mítt fyrsti tanki var rættiliga skuffandi! Haha.. eg trúði eg átti nógv meira jólapynt, enn tað vísti seg at eg gjørdi. Náhh, men har var okkurt gott hóast alt.

Undanfarin ár havi eg ofta hildið meg til siðvandu litirnar, við knald reyðum, grønum osf. Ofta haldi eg at mítt jólaprýðið hevur verið eitt sindur brallut. Sum um at tað ikki var ein samanhangandi tráður. Í ár havi eg so valt, at fara eftir tí einkla og meira dempaðu litunum.

Ein av avbjóðingunum er at jólaprýðið helst skal hóska seg til restina eg havi í heiminum. Ja, tvs til tann ljósareyða litin, sum nokk er rættiliga umfatandi heima hjá okkum.

So í ár havi eg valt mær tann djúpa reyða litin (sum er á myndini og arbeitt hann inn við gull og grann. Eg havi ikki prýtt alt upp enn, men eri væl nøgd við fyrstu runduna.

Smá postkort sum hesi, er eisini sera vøkur at hava hangandi ella enn tá seta í rammu.

Við gullvasanum og smáu pastel jólatrøunum í glas, blivu ljósareyðu hyllarnar eisini eitt sindur jólaligari.

Eg keypti mær báðar gullringarnar í Søstrene Grene, so hvør veit, kanska teir enda í nýggja handlinum í Føroyum. Síðani prýddi eg teir við granni og kúlum. Alt ber til, tá men hevur eina límpistól.

Tær nýtist ikki at keypa eina rúgvu inn, fyri at skapa ein reyðan tráð. Til dømis kanst tú keypa stearinljós og serviettar í litum. Eisini kunnu jólakúlur brúkast til alskyns jólaprýði.

Eri eg ov tíðliga áveg við jólaprýði? 😉

M&K

Skriv et svar