Íblástur til kreativar hættir at prýða gávurnar

Tað er altíð stuttligt, at síggja vakrar jólagávur undir trænum. Mær dámar best tær, har ein sær at tær eru pakkaðar inn heima. So fáa tær ein persónligan dám, sum kanska eisini lýsur viðkomandi, sum gávan er frá.

Her havi eg klipt jólatrø út ymiskum vøkrum pappíri. Tað er ikki langt frá, at pappírið er frá Søstrene Grene og tað sama við reyðu og grønu gávueskjuni.

Sker ella klipp tvey avlong hol í trøini, og koyr síðani bandið ímillum.

Tadaaa, ein fitt jólagáva, klár at leggja undir træið.

Skriv et svar