Innrætting – 3 tips til eitt rúmligari heim

Hjá okkum verður ofta ein partur av vikuskiftinum brúkt, uppá at fáa stýr á heimið. Hetta er hugnaligt, og mær dámar so væl at gera onkrar broytingar. Ein nýtist ikki altíð at keypa nýggjar vørur, fyri at fáa rúmið at síggja øðrvísi út. Ofta er tað nóg mikið, at flyta eitt sindur runt, við tí tú eigur.

Tað er ofta eg sigi “Áhh sum eg gleði meg til vit fara at hava eini hús”. Tí tað kann veruliga verða trupult og tykjast stressandi at búgva í einum lítlum heimi. Okkara íbúð í Aarhus er um 50 kvadrat. Faktiskt er hon væl innrættað, við lítlum duri, køku/stovu, sovikamar, wc, lesikróki og einum lítlum depotrúmi.

Nú hava vit búð her í eitt sindur yvir eitt ár, og eg havi funnið útav at eg eri ein samlari. Ikki tí eg samli uppá nakað ávíst, men mær dámar eitt sindur for væl at draga ting heim við mær, og tað er tað simpulten ikki pláss fyri.

Eg hevði klár ynskir um hvussu alt skuldi síggja út tá vit fluttu inn. Eg vildi hava blómuvegg, summarfuglavegg, gull (skaldkoppar, sum sjeikurin kallar teir) prikkar á veggin, træhyllar, nógvar pastellitir osf. Ja, tú hugsar rætt! Her er alt for nógv av øllum! Tað ber snøkt sagt ikki til í einum so lítlum heimi, tí heimi tykist nógv minni tá tað er so fult.

Eg lovaði mær sjálvari at tá royndirnar vóru lidnar fyrst í januar mánaði, so skuldi eg fáa stýr uppá heimið hjá okkum. Hetta gekk kanska ikki eftir ætlan, men heldur seint enn ongantíð. (Tað er bara sooo ringt at tveita ting út, sum man hevur brúkt pengar uppá osf). Men eg visti at hesuferð mátti tað verða hart og kontant, fyri at vit skuldu koma fram til tað besta úrslitið. So nú fór eg í gongd. Eg byrjaði við kamarinum, sum ikki er serliga stórt og eg havi aaaaalt ov nógv klæðir. So nú koma vit til fyrsta tippið, til eitt rúmligari heim.

1. TIP – ikki fáa tær eitt “opið klædnaskáp” í einum lítlum kamari

Sum flestu vita, so er tað sera væl umtókt at hava eitt “walk in closet” ella eitt opið skáp, har tú sært hyllarnar, klæðini osf. Hetta vildi eg sjálvandi hava, men trúgv mær, um tú/tit hava eitt lítið kamar fer hetta bara at fáa tað at tykjast enn minni. Kamarið sær eisini soo skjótt óruddiligt út. Ja tað kann saktans síggja pent út á myndum, tá øll klæðini eru í somu litum og alt liggur perfekt lagt saman, men er hetta realistiskt? Neiii!

(so eg eri á veiðuferð eftir rætta klædnaskápinum).

2.TIP – Vel ljóst innbúgv/dekor til stovu/køk

Tað var í hesum eina rúminum at eg hevði summarfuglaveggin, blómuveggin, gullprikkarnar, træhyllar, eina trægrein við pynti sum køkslampu osf.. Tú skilir ha? Tað sá óruddiligt út sjálvt tá eg júst hevði ruddað.

So nú hava vit tikið nakað av tí burtur av veggjunum og eg síggi longu stóran mun. Ikki tí, tú kanst enn pynta og fáa tín persónliga stíl yvir heimið, sjálvt um basan er hvít. So nú hava vit heldur fingið okkum hvíta hyll upp í køkinum (ístaðin fyri træ). Trægreinin (sum var køksborðlampan) er skift út við eina vakra klára ljósakrúnu. Nú virkar rúmið soo nógv rúmligari. Eg mangli enn at fáa okkurt uppá tveir stórar veggir. Eg hugsi okkurt ljóst, ella kanska eg skal lata ein verða tóman? hmm..

 

3.TIP – Less is more

So sætt sum tað er sagt. Tað er bara ikki pláss fyri hundra nipstingum her og der í einum lítlum heimi. Vel heldur nakrar fáar dekorativar lutir, sum lýsa tykkara stíl. Júst hesin parturin haldi eg er soo torførur, helst tí eg eeeelski at keypa smáting. Men nú havi eg veruliga funnið útav, at eg heldur vil hava eitt “ruddiligt” heim og so royna at lata verða við at keypa hesi nipstingini, sum eg ofta geri uttan yvir at hugsa um hvar tey skulu standa.

So nú havi eg ruddað nógv út. So gert ikki við um eg havi brúkt nógvar pengar uppá tað til samans. Okkurt kann eg royna at selja, men tað mesta koyri eg bara til endurnýstlu handilin, sum liggur hinumegin vegin. So fáa tey kanska nakrar góðar krónur inn, til onkran sum hevur meira brúk fyri tí.

Hetta vóru míni trý tip til eitt rúmligari heim. Hevur tú nøkur góð ráð til at innrætta eitt lítið heim? Vónandi fekk tú okkurt burturúr við at lesa um mína uppliving í einum lítlum heimi.

Gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar