Introvert vs. Ekstrovert – Hvat ert tú?

Hesi hugtøkini fylla bara meira og meira í mínum gerandisdegi. Ja viðhvørt so er tað kanska ikki so smart at lesa okkurt sum fellur einum so áhugavert og liggur so tætt at einum sjálvum. Áðrenn eg byrjaði at lesa sálarfrøði hugsaði eg longu øgiliga nógv um hví menniskju eru sum tey eru, og hvør orsøkin er til at vit eru so ymisk. Eg vil ikki siga at eg havi funnið svarið uppá tað enn, men fyri hvørja viku sum gongur, læri eg nýggjar teori’ir sum royna at grundgeva hví vit eru sum vit eru.

introvert-signs-380x213

Millum annað hava vit havt nógv um tað at vera introvertur og ekstrovertur. Hesar persónligheitstypurnar hava øgiliga ymiskar tørvir. Hóast man ikki kann deila menniskju upp, við einans at hyggja eftir hesum faktorinum, so sigur hetta eitt sindur um ein persón.

Introvert

Ein av høvuðs trekkunum fyri ein persón sum er introvertur er, at viðkomandi dámar betur at verða í egnum selskapi enn saman við einari stórari fjøld. Hesin persónurin hevur brúk fyri friði fyri at løða upp. Tað kann kennast torført at vera introvertur í okkara samfelagi. Rákið í dag vil at vit skulu verða úber sosial, hava hug at fara til tiltøk og verða “on” alla tíð. Hetta blívur ofta ov nógv fyri introvertar persónar. Hóast man skjótt kann hugsa at ein persónur við hesum trekkunum kann tykjast smæðin og stillur, so noyðist tað slett ikki at fylgja við. Hetta kemur heldur undir at viðkomandi verður yvirstimuleraður tá tað er so nógvur ófriður rundan um ein. Tað kann kennast ørkymlandi fyri viðkomandi sum introvertur, tí hóast tey kanska hava hug at verða sosial, so megna tey tað sympulten ikki. Tað verður ov nógv fyri tey og hetta kann fremja pínu bæði sálarliga og kroppsliga. Tey trívast betur í tryggum umhvørvi, saman við fáum fólki tey kenna. At verða kasta út í óvantaðar støður har tey eru útstillaði er skrekkurin.

Ekstrovert

Ein persónur sum er ekstrovertur dámar væl at verða ímillum onnur. Viðkomandi løðar upp við at vera sosialur og trívist kanska ikki so væl aleinður. Viðkomandi hevur lætt við at traðka fram og at verða miðpunkt í veistlum. Keldur vísa at arbeiðspláss ofta fyritrekkja tey við tí ekstrovertu persónligheitini, tí hesi ofta eru góð til at “selja” seg sjálvan til starvssamrøður osf. Tað kann kennast lættari at vera ekstrovertur, tí man ikki hevur handan tørvin á at trekkja seg frá fyri at fáa orku. Fyri ein ekstrovertan persón skal nógv til áðrenn tey verða yvirstimuleraði. Tey dáma væl at trýsta mørk, at royna nýggjar avbjóðingar og hava ikki stóran tørv á tryggum kørmum. Tey kunnu lættliga keða seg og hava ofta krút í reyvini. Sum samfelagið er í dag, er tað “lættari” at vera ekstrovertur, tí  tað er sera inn í løtuni.

Introvert+Ekstrovert=Bumkrash!

Ja, hvussu er tað so tá  tvey búgva saman og ein er introvert og hin er ekstrovert? Welcome to my world! Tað skal undirstrikast at man ofta hevur nøkur trekk av báðum persónligheitstypunum, men at man hellur meira til tí einu og tað er tað man gongur út frá.

Nú er tað soleiðis at eg eri meira ekstrovert og sjeikurin er meira introvert. Eg havi tørv á at verða sosial, at práta allatíð og tað skal helst henda eitt sindur. Hann hevur brúk fyri friði, at tað er tíð til at dýpa seg og at man hevur tí til sjálvur at løða upp. Hmm… Bumkrash! Hetta kann ofta blíva ein trupulleiki, tí vit hava so ymsar tørvir. Fyri at nøkta mín sosiala tørv eri eg ofta saman við vinkonunum, so sjeikurin samstundis fær sína “alone time”. Soleiðis royna vit at taka atlit til hvønn annan, men tað er ikki altíð líka lætt. Onkuntíð kann eg blíva so ørkymla tí eg ikki skilji hansara tørvir. Soleiðis eru vit so ymisk. Men hetta er áhugavert og eg haldi eg havi fingið svar uppá nógvar spurningar og undranir, sum eg havi haft um hetta. Tað gevur góða meining, og við hesum teori’unum hjálpur tað okkum at skilja, vísa umhugsni og stuðla tørvunum hjá hvørjum øðrum.

Hevur tú hugsað um hvørja týpu tú hoyrir til? Eg haldi nemliga at onkuntíð at tað hjálpur at kunna seta seg í bás, fyri síðani at kunna læra meira um tað og taka atlit hvat ikki riggar og hvat riggar til hvønn einstaka. Eg trúgvi nemliga at nógv sum faktiskt eru introvert stríðast ímóti tí, og trýsta seg sjálvan til at skula orka alt tað sosiala. Tað skal eisini verða okey at man ikki er til tað. Tað sum er mest umráðandi er at man góðtekur tað sum ein sjálvur røkkur til.

Um tú hevur hug at taka eina test fyri at síggja hvønn bólk tú hellur til, so kanst tú royna tað her: http://psychologytoday.tests.psychtests.com/take_test.php?idRegTest=1311

M&K

Skriv et svar