It don’t matter if you’re black or white

Svart/Hvítt – Here we go again

IMG_2108Áhh vit vóru ein so deiligan súkklutúr í gjár. Tað var ikki so heitt, sum tað hevur verið seinastu dagarnar. So nú mátti eg finna buksurnar og troyggjurnar fram aftur. Men tað er kanska gott at eg venji meg við kuldan, nú eg skjótt komi heim aftur til oyggjarnar.

Ofta dámar mær væl tann feminina stílin, men viðhvørt havi eg eisini bara hug til at vera avslappað og einkul. Tað er so lekkurt at hava summarferiu og onki at skulla. Tá kann eg skjótt finna uppá alt møguligt tvætl, tí eg trívist ikki so væl tá eg keði meg. Eg gjørdi mær tvær flættur í hárið. (Tað hevur man jú altíð brúk fyri, so tað var ein upplagdur møguleiki ;)) Fyri at fáa tær so stórar, háli eg í allar bukturnar, tá eg eri liðug at flætta. Mær dámar ikki so væl tá tað er alt for “pent”, so tí geri eg tað eitt sindur rokaligt.

Mínar yndis svørtu “slimfit” jeans, eru frá merkinum “Noisy May”. Tær hava eitt sindur av elastikki í, og tí eru tær ordiliga lekkrar at verða í + so kosta tær bara 200-300kr! So tað er onki, í mun til hvat nógvar aðrar buksur kosta. Vero Moda í SMS og Cheap í Klaksvík plaga at selja hesar buksurnar, so tú burdi funnið tær har, um tú eisini kundi hugsað tær eitt par.

Troyggjan er frá Gina Tricot og skógvarnir frá H&M.

M&K

 

 

IMG_2169

IMG_2106

IMG_2138

 

Skriv et svar