Jagstranin eftir nýggjum heimi

So bleiv 1. Desembur!! Juhuu, og hvussu dámar tykkum at SukurSøtt hevur fingið jólaligt makeover?

Tað verður trýst á speedarin nú í desembur mánaða, tí vit skulu flyta!

Nú Sigurd og eg skulu gerast foreldur (ohh my god hatta ljóðar vilt)!  haha… ja í tí sambandi hava vit leitað eftir einari størri íbúð, so vit eisini hava rúm fyri okkara lítla baby, sum kemur í næsta ár. Halt kipp ikki tað er spennandi, men mannagongdin at finna júst røttu íbúðina, kann verða sera long og krevjandi.

Um eg skal verða heilt erlig, so eru vit reyv forkelaði. Vit skuldu verið glað, bara at havt tak yvir høvdið, men sum so nógv onnur, so venja vit okkum alt ov skjótt við hesar luksustrupulleikarnar. So er hetta galið og hatta og hitt. Jaja, den forstýraða verð. Men støðan er tann, at har vit búgva nú, er sera nógvur larmur og íbúðin er tronglig. So tísskil halda vit, at tað hevði verið betur fyri eina komandi barnafamilju sum okkum, at funnið okkurt eitt sindur størri og í einum meira barnavinaligum umhvørvi.

Tað eru altíð nógv ynskir, ið íbúðin skal liva upp til. Eisini haldi eg, at ímeðan man býr onkra staðni, so finnur man skjótt útav hvat man er glaður fyri og hvat man er minni glaður fyri.

Við okkara núverandi íbúð, vóru vit sera heppin, at hon var spildurnýggj tá vit fluttu inn. Hon er hvít og rein, og hevur ongar løstir. Hetta hava vit bara vant okkum við, hóast hetta ikki er nakað sum er vanligt við lestraríbúðum. Eisini hava vit deiliga terrassu uttan fyri, har vit javnan grilla um summarið og um veturin. Baðirúmið er rúmligt og tað er kanska eisini heldur sjálvsamt, í íbúðum niðri. Tað er ikki óvanligt, at man í fleiri førum noyðist at brúsa sær uppi yvir wc kummuni. Hetta er snøkt sagt skrekkurin hjá mær.

Men tað sum var mest umráðandi fyri okkum, tá jagstranin eftir nýggjari íbúð byrjaði, vóru hesi tingini:

1. At íbúðin var minimum 70 fermetur

2. At sovirúmið var so mikið stórt at tað var rúm fyri barnasong

3. At baðirúmið ikki var alt ov lítið

4. At nábúgvar ikki sóu beint inn til okkum

5. At vit høvdu eina terrassu ella altan til grillina

6. At tað var rúm til barnavognin í gongd ella í kjallara

7. At íbúðin ikki var alt ov langt frá miðbýnum

Hygga nú, longu her eru nógvir faktorar, ið skulu verða uppá pláss. Eg havi hugt og hugt inná ymiskar íbúðarpallar á netinum. Tað er hørð kapping, tí tað er altíð nógv sum leita eftir nýggjari íbúð. Vit hava verið úti og hugt eftir onkrum, men tað var ongin, sum fall ordiliga í okkara smak ella livdi upp til okkara ynskir.

Meeeeen so… Píka sjey altso! So blivu vit kontaktaði og boðin út at hyggja eftir einari. Vit høvdu bara sæð plantekning, so tað ráddi um ikki at hava alt ov stórar vantanir. Men á pappírinum, ljóðaði hetta ordiliga gott! Hendan var tríggjar kilometrar frá miðbýnum og í einum friðarligum grannalagi við familjum. Leiguprísurin var eisini fínur, so innast inni var eg oooordiliga spent! Eg krossaði alt eg hevði at krossa.

Taaaadaaaaaa!! Íbúðin livdi heilt seriøst upp til øll sjey ynskini eg havi skrivað omanfyri! YEEEES!!! Frata hetta var gott altso! Og maðurin sum átti hesa íbúðina var soo fittur og fortaldi at hann var glaður at fáa føroyingar inn aftur til sín, tí tað hevði hann nemliga haft góðar royndir við áður. So jagstranin er liðug, og vit gleða okkum til ein nýggjan kapittul.

Um ikki so langa tíð, so fara vit at flyta og so er klárt til kæra familjulívið at byrja.

M&K

Skriv et svar