Jarðber- og cheesecake ísur

Áhh hesin hitin fær okkum at skríggja eftir onkrum, sum kann køla okkum niður. Hvat er tá betur enn ísur?

Hesin ísurin inniber alt tað góða. Tú kanst gera hann í fat, sum á myndini her. Men hann hóskar eisini sera væl sum portións ísur, í smærri pappírsíløt. Tá er hann eisini líka til at taka upp úr frystiboksini.
Mær dámar seeera væl cheesecake, og helt tí at eg mátti royna at fáa hetta biksa saman til ein ís. Eg haldi sjálv at tað eydnaðist nokk so væl. Her er bæði digistive keksir, ostakøkubland og jarberð í. Saman smakkar hetta so avbera væl.

Uppskriftin er eisini at finna í nýggjasta tilboðsblaðnum hjá Á!

Tilfar

Ísbland:

5 dl róma

6 hitaviðgjørdar eggjablommur

125 sukur

1 tsk vaniljusukur

400 g jarðber

Cheescakebland:

200 g róma ost

1 dl flormelis

1 tsk vaniljusukur

4 spsk róma

 

Tilhoyr:

100 g digistive keks

10 marengs toppar

Ísblandið:

Sker jarðberini í smáar bitar.

Píska eggjablommurnar og sukrið væl, til tað fær ein ljósagulan lit.

Goym fýra spísiskeiðir av róma til cheesecakeblandið og píska síðani róman í einum bolla fyri seg.

Blanda síðani sukurblandið saman við rómanum og rør síðani vaniljusukur og smáskornu jarðberini í.

Cheesecakeblandið:

Píska rómaost, flormelis, vaniljusukur og róma væl saman, so tað fær ein javnan konsistens.

Tú velur sjálv/ur um tú ynskir at gera ísin í portiónum ella í einum fati.

Koyr helvtina av ísblandinum í eitt fat á áleið 20×30 cm.

Koyr cheescakeblandið omanyvir. Knúsa síðani digistive keksirnar og marengstopparnar oman yvir.

Enda við at koyra restina av ísblandinum omanyvir og rør eitt sindur runt við einari skeið, so cheesecake blandið og ísblandið verður blandað saman.

Koyr plastfoliu omanyvir fatið og set tað í frystaran í minsta lagi átta tímar.

M&K

Skriv et svar